Fyri allar gávur lær at siga takk

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/05/15 at 10:44 AM

Tað sýnist sum, at tað er fallið landstýriskvinnunum Ruth Vang og Margit Stórá fyri bróstið, at vinnufyritøkur í Klaksvík og Eysturoynni hava givið Klaksvíkar Sjúkrahúsi eina stórfingna gávu, ein framkomnan Tesla MR-skannara.

Ruth Vang er landstýriskvinna í fíggjarmálum og skuldi tí  glett seg um hesa stórfingnu gávu heldur enn at kalla gávuna fyri lokalpolitikk. Hon umsitur skattaborgarans pening, og hennara uppgáva er at fáa  sum mest  fyri peningin.

Hesin Tesla skannarin er ókeypis, og upplæring í at brúka skannaran fylgir við. Umframt at skannarin  er ókeypis, so kemur hann haraftrat at spara landskassanum fyri pengar, sum tað kostar at senda sjúklingar av landinum. Hetta  hevur so aftur  við sær, at heilsuverkið kann brúka sparda  peningin til aðrar uppgávur, sum tað annars ikki hevði verið fíggjarorka til. Hetta er ein win win win støða og skuldi verið søtur tónleikur í oyrunum hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum.

Margit Stórá er landstýriskvinna í heilsumálum, og hennara uppgáva er m.a. at seta sjúklingin í fokus. Skannarin kemur sannlíkt at bjarga mannalívum og bøta um lívsgóðskuna hjá nógvum føroyingum. Gávan skuldi tí eisini glett hana almikið.

Ruth og Margit hava báðar havt sína dagligu gongd í áravís á Landssjúkrahúsinum, áðrenn tær blivu politikarar. Tær áttu tí at kent til, hvussu gleðiligt tað hevur verið, tá Landssjúkrahúsið hevur fingið gávur, m.a. 2 skannarar frá Tryggingini umframt aðrar gávur. Hetta gekk ógvuliga ómakaleyst fyri seg. Ongir spurningar blivu settir, um tey vildu taka ímóti gávuni, og onki  tilmæli skuldi  gerast. Tá var nokk at siga takk. Øll vóru glað, eisini norðoyingar.

Bara spell, at tann eini skannarin ikki bleiv tikin í brúk fyrrenn 1½ ár eftir, at hann var givin, tí pláss var ikki fyri honum á Landssjúkrahúsinum. Mær vitandi bleiv ikki kannað, um pláss møguliga kundi verið fyri honum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Gávur til LS verða avgreiddar í lúkuni

Á heimasíðuni hjá sjúkrahúsverkinum kunnu vit m.a. lesa,  at um nakar ynskir at geva Landssjúkrahúsinum gávur, so kunnu hesi venda sær til deildarleiðaran ella depilsleiðaran á Landssjúkrahúsinum innan ávísa økið ella skriva til LS.

Eisini kunnu gevarar flyta pening á konto í Bank Nordik. Her stendur onki um hægst loyvda stuðul ella treytir. Har stendur onki um, at gávan skal kannast ella  viðgerast á fundi, og at tilmælir skulu gerast.

Vinnufyritøkurnar ynskja at geva Klaksvíkar Sjúkrahúsi skannaran

Tað er komið greitt fram, at vinnufyritøkurnar ynskja at geva júst Klaksvíkar Sjúkrahúsi skannaran. Tað er vanligt aðrastaðni, at fyritøkur í nærumhvørvinum geva gávur til vælgerandi endamál, m.a. til sjúkrahúsverkið. Tað er tí púra natúrligt, at fyritøkur í Klaksvík og Eysturoynni geva Klaksvíkar Sjúkrahúsi eina gávu. Hetta er hent fyrr. Vit skulu bara vera takksom og siga takk og vera glað fyri, at vit hava sterkar vinnufyritøkur, sum megna hetta.

Ístaðin sýnist tað sum, at gávan er komin illa við hjá báðum landstýriskvinnunum. Sagt verður, at landstýrið ikki uttan víðari  kann góðtaka treytirnar, sum fylgja við gávuni. Tey skulu kanna og  fundast fyri at finna útav, um tey vilja taka ímóti og  gera tilmæli. Kann tað hugsast, at hetta er skálkaskjól, meðan tey royna at finna útav onkrum, soleiðis at skannarin ikki verður staðsettur í Klaksvík? Stóri spurningurin er, um tey í heila tikið kunnu liva við, at skannarin stendur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ístaðinfyri á Landssjúkrahúsinum.

Ikki fyrstu ferð at LS setir seg ímóti gávum til KS

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Landssjúkrahúsið setir seg ímóti, at gávur verða latnar  Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Sambært Norðlýsinum høvdu kvinnur í Klaksvík, við Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag á odda, í 1996 savnað pening saman til eitt mammografitól til Klaksvíkar Sjúkrahús. Høgt standandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum forðaði hesum við tí grundgeving, at ein ultraljóðskannari í stóran mun eisini kundi  gera bróstkanningar og mangar aðrar kanningar innan kvinnusjúkur. Norðoyingar fingu at vita, at mammografitólið fór ongantíð at blíva brúkt, um tað so kom.

Í dag kunnu vit bara staðfesta, at  mammografitól framvegis verður brúkt til bróstkanningar. Hetta verður gjørt á Landssjúkrahúsinum, og ultraljóðskannari verður eisini brúktur. Onki mammografitól er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tosaði við  tilkomna  kvinnu fyri fáum døgum síðan. Hon segði seg minnast, at fyri nógvum árum síðan bleiv peningur samlaður inn í Klaksvík til røntgen á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men røntgan endaði á Landssjúkrahúsinum. Seinni bleiv peningur samlaður inn í Klaksvík til kuvøsu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men kuvøsan endaði somuleiðis á Landssjúkrahúsinum. Føðideildin bleiv somuleiðis flutt av Klaksvíkar Sjúkrahúsi á Landssjúkrahúsið.

Søgan hevur tað við at endurtaka seg.

Ikki talan um dupultfunktión

Vit hava ofta hoyrt, at vit skulu ikki hava dupultfunktiónir í sjúkrahúsverkinum. Nú snýr hetta seg um ein spildurnýggjan framkomnan MR-skannara, ein Rolls Royce á sínum øki. Hetta er fyrsti av sínum slag í Føroyum, og tørvur er á honum. Argumentið við dupultfunktión kann tí ikki brúkast. Onnur argumentir mugu finnast.

Tað er upplagt at hava ein slíkan skannara til planlagdar viðgerðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Her er pláss fyri honum, og hann verður tikin í brúk skjótast møguligt.

Latið vit og skil ráða!

Mín vón og ynski er, at landstýrið og samgongan letur vit og skil ráða og ikki setir seg ímóti, at henda stórfingna gáva verður latin Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Til gleði og gagns fyri allar føroyingar.

Staðsetingin í Klaksvík eigur ikki at vera ein trupulleiki. Tað tekur góðan hálvan tíma at koyra úr Havn til Klaksvíkar. Tað er styttri og nógvar ferðir bíligari enn at senda sjúklingar av landinum.

Latið okkum seta sjúklingin í fokus og ikki blanda lokalpolitikk og stríð um kongaríkir og prinsippir uppí hetta. Skannarin kemur at bjarga mannalívum og bøta um lívsgóðskuna hjá sjúklingum og spara sjúkrahúsverkinum nógvan pening, tí færri sjúklingar blíva sendir til Danmarkar.

Klaksvíkar Sjúkrahús er fyri allar Føroyar

Tað koma sjúklingar úr øllum Føroyum á Klaksvíkar Sjúkrahús. Teir koma til urologi, til at skifta knø og mjadnar, til  rygg-, aksla-, hond- og fótkirurgi og æðraknútar og brokk. Eisini koma sjúklingar av LS á Klaksvíkar Sjúkrahús. Klaksvíkar Sjúkrahús er tí ikki bert eitt  lokalt sjúkrahús fyri Klaksvík/Norðoyggjar og eystursíðuna av Eysturoynni, men fyri allar Føroyar.

Eg vóni  sanniliga ikki, at reyða samgongan, sum situr við ræðið í dag, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, heldur vil senda sjúklingar og pengar av landinum í samband við skanning enn at senda teir ein stuttan biltúr norð á Klaksvíkar Sjúkrahús. Ólíka betri fyri okkara kæru borgarar at fáa møguleikan at gera hesar kanningar her heima. Við hesum spara vit eisini hópin av tíð og peningi.

Blandið ikki lokalpolitikk uppí málið, men setið sjúklingin í fokus. Reyða samgongan má tola, at framkomni Tesla MR-skannarin verður givin Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Klaksvíkar Sjúkrahús sum eitt kommunu- ella privatsjúkrahús?

Fyri nøkrum árum síðan setti eg fram spurningin, um tíðin ikki var komin hartil, at Klaksvíkar Sjúkrahús bleiv gjørt til eitt kommunusjúkrahús.

Útsøgnirnar í samband við skannaran fáa meg aftur at hugsa, um hetta hevði verið tað rætta at gjørt. Við tí hevði Klaksvíkar Sjúkrahús møguliga sloppið undan áganginum, sum vit javnan eru vitni til, og fekk frið at arbeiða.

Klaksvík, 1. mai 2023

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur

Share this Article