Nú eru tað útvið 2 ár síðani at tosa var um, at halvtekja skuldi gerast við høvuðsinngongdina á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Opin spurningur til heilsumálaráðið, nær verður arbeiði framt. ?
Býráðslimur og landspolitikkarar og onnur vóru kalla inn til kunnandi fund í býráðshøllini um ymisk viðurskiftir og útbyggingar á Klaksvíkar sjúkrahúsið. Ein sera góður og upplýsandi fundir um spennandi verkætlanir innan heilsuverkið í Klaksvík. Harímillum var eitt lítið mál um eina hálvtekju yvir høvuðsinngongdina til sjúkrahúsið og har sjúkrabilur eisini skal seta fólk av ella rulla eina børu inn á sjúkrahúsið við liggjandi sjúklingum. Tí ber tað ikki til at sjúklingar og vitjandi kunnu fáa eina glerpípu í heysin um illa veit við.
24.fO
Fundarfólkið spurdi um tað ikki var bæði skjótt og bíligt at gera hesa hálvtekju / útheng, sjúkrahúsleiðslan greiddi frá, at tað skuldi tað nokk, men tað skuldi tekning gerast og játtan fáast og landsverk góðkenna v.m. Nú standa vit her og veturin er fyri framman, tí kunnu vit spyrja nær kemur hálvtekjan.
Eisini hava starvsfólk innan sjúkraflutningstænastuna eftirlýst eitt bilhús til sjúkrabilarnar. Ikki er neyðugt at siga at bæði á LS og SS eru bilhús til sjúkrabilarnar.
Kanska politikararnir í Norðoyggjum vakna og kunnu verða við til at fáa gongd á málini. Løgið at tað skal taka fleiri ár at fáa eina halvtekju omanfyri inngongdina tá man í høvuðsstaðnum kann byggja út fyri 100 tal´s milliónir.
Skriva hevur: 24.fo Óli M. Lassen og býráðslimur