Ein framsøkin og nærverandi stovnur á altjóða støði

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 10 måneder ago
Updated 2023/04/28 at 11:00 PM

– Røktarheimið í Stórubrekku skal fevna um 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Skipan av uttanumøkinum er ein partur av verkætlanini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri tá hann beyð vælkomin til stóru avdúkingina í Múllers Pakkhúsi í dag.

Móttøkan var í Múllers Pakkhús, her kommunan alment avdúkaði vinnandi prosjektið í sambandi við bygging av nýggjum røktarheimi við røktaríbúðum á Stórubrekku.

– Søgan er í stuttum hon, at Tórshavnar býráð 21. november 2022 samtykti at bjóða undangóðkendum ráðgevarum at luttaka í verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av nýggjum røktarheimi við røktaríbúðum.

– Tann 5. september 2022 varð boðið til undangóðkenning fyri ráðgevaratoymi. Freistin at luttaka í undankappingini var úti 21. september 2022. Og tá ráðgevaratoymini, sum høvdu boðið inn, vórðu viðgørd, valdi bygginevndin, grundað á meting av førleikunum hjá umsøkjarunum, at fara viðari við hesum fýra ráðgevaratoymunum:

–        EYA

–        HENNING LARSEN NA

–        MAP

–        SNA/LBF/SMJ

– Byggiskráin varð góðkend í býráðnum 24. november 2022. Hon er í trimum pørtum: Innleiðingin lýsir verkætlaninia yvirskipað, hvat viðvíkur visjón, fortreytum fyri røkt, verkætlanarbygnaði og kappingartreytum við kostnaði og tíðarætlan.

– Byggingin lýsir krøv og ynski til arkitektur, skipan av rúmum og uttandura øki. Harumframt fevnir byggingin um eina nærri lýsing av rúmum.

– Tað triða eru teknisku viðurskiftini, ið lýsa teknisku viðurskiftini, inniumhvørvi, konstruktiónir, HVS, luftskiftisinnleggingar, el- og mekaniskar innleggingar og tilfarsval, umframt umhvørvi og burðardygd.

– Visjónin í byggiskránni er, at røktarheimið skal vera eitt gott stað at vera, liva og virka, har fólk kenna seg heima og trívast, um tey hava bústað ella arbeiðsstað har. Við støði í sambandinum við náttúru og umhvørvi skal røktarheimið vera ein framsøkin og nærverandi bygningur/ar á altjóða støði.

– Røktarheimið skal fevna um 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Skipan av uttanumøkinum er ein partur av verkætlanini. Økið í Hoyvík er áleið 50.000 m2 til støddar. Byggingin er 6.700 m2 netto.

– Tann 7. desember 2022 vórðu tey 4 ráðgevaratoymini boðin til verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðeving av Røktarheimi á Stórubrekku. Útboðsbræv varð sent teimum, og tey fingu atgongd til byggiskrá og tilhoyrandi útbjóðingartilfar. Kappingartreytirnar vóru lýstar í tilhoyrandi kappingarskrá.

– Verkætlanin skuldi vísa, hvussu ótroyttu møguleikarnir í økinum við Dalin Langa, saman við røktarbústøðum, urtagørðum o.ø., kunnu gerast eitt eyðsýnt nýtt andarhol í býnum. Tá freistin var úti 14. mars 2022 vóru 4 uppskot komin inn. Øll innkomin uppskot luku treytirnar og eru tey gjølla viðgjørd í dómsnevndini.

– Uppskotini eru mett soleiðis, at ráðgevarakostnaður telur 35%, arkitekturur og funktión telur 40% og verkætlanarbygnaður og processlýsing telur 25%.

– Dómsnevndin ger innstilling til bygginevndina. Síðani verður málið lagt fyri viðkomandi nevndir og býráðið til endaliga samtykt. Í viðgerðini hevur verið sera týðandi, at ásettu metingartættirnir hava verið væl uppfyltir.

– Dómsnevndin byrjaði arbeiðið 15. mars 2023 og 27. mars 2023 var hon einmælt samd um niðurstøðuna. Yvirskipaða niðurstøðan hjá dómsnevndini er, at verkætlanarkappingin hevur verið væleydnað og at tey fýra uppskotini eru øll áhugaverd boð upp á, hvussu røktarheimið arkitektoniskt skal sniðgevast, staðsetast og skipast á Stórubrekku.

– Tað er rættiliga ymiskt, hvussu innkomnu uppskotini hava tulkað visjónina fyri røktarheimið, og hvussu tey mæla til at visjónin verður rokkin um at skapa bestu karmarnar fyri eitt gott stað at vera, liva og virka í, og har fólk kenna seg heima og trívast.

– Ymsu loysnirnar, sum hugskotini fevna um, spenna millum tað lítillætna og tað stovnskenda røktarheimið, sum á ymiskan hátt tillagar seg til lendið og nærumhvørvið.

– Øll uppskotini arbeiða við landslagnum sum sjálvsagdan part av røktarheiminum og harvið samlaðu upplivingini í økinum. Øll uppskotini leggja seg somuleiðis í lendi við at gagnnýta hæddarmunin í lendinum, har byggingin á ymsan hátt upptekur lendismunirnar á staðnum.

– Øll uppskotini staðseta seg tó sera ymiskt í lendi, og er hetta somuleiðis við til at gera, at tey eru rættiliga ólík í sniðgevingini. Hvør verkætlan hevur sítt egna arkitektoniska úttrykk, og arbeiða tey á hvør sín hátt við at tulka ynskið um, at røktarheimið skal vera sín egni býlingur og spegla grannalagið, segði Heðin Mortensen at enda.

Aftaná avdúkaði Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í dómsnevndini, vinnararnar, og aftaná høvdu øll møguleika hjá at síggja prosjektini. Sí grein um vinnandi toymið aðrastaðni á síðuni.

a man standing at a podium

a group of people shaking hands

Mincu Costin et al. posing for a photo

Vinnandi toymið

a group of men standing in a room with food and drinks

a group of people around a table

a woman speaking into a microphone

Kristianna Winther Poulsen avdúkaði vinnaran

Kelda og myndir: torshavn.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *