Home VinnaVinna & Samfelag Indiska sendikvinnan hitti landsstýrismannin

Indiska sendikvinnan hitti landsstýrismannin

by Lagt út ÓML

    

Fyrrapartin í dag hitti indiska sendikvinnan í Danmark, Pooja Kapur, Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum í Tinganesi. Sendikvinnan er á arbeiðsferð í Føroyum.

Á fundinum umrøddu landsstýrismaðurin og sendikvinnan møguleikar fyri samstarvið millum India og Føroyar, og hvussu eitt styrkt samstarv kann skipast í formligar karmar.

”India verður í næstum heimsins fólkaríkasta tjóð, og India hevur ein skjótt vaksandi búskap. Eg síggi stórar møguleikar í at menna samstarvið við India á handilsøkinum og á øðrum økjum, eitt nú innan mentan, gransking, útbúgving og heilsu,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Keld & mynd: 27.04.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More