Íbúðarbygging undir Fjalli til upp til 1500 fólk

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/04/27 at 9:49 PM

Ein heildarætlan av økinum hevur ikki færri enn eitt samlað tal uppá 492 búeindir, sum hava eina miðalstødd upp á 95 fermetrar. Talan er um ein nýggjan býling við einum íbúgvaratali ímillum 1000-1500 fólk. Hetta hevur Tórshavnar býráð samtykt í kvøld.

Fólkavøksturin heldur fram. Enn eigur kommunan grundstykki, sum í almennu byggisamtyktini eru løgd av til bústaðarbygging. Ein útbjóðing til bústaðarbygging á hesum matriklunum stuðlar undir visjónina í bústaðarpolitikkinum, at kommunan framhaldandi útvegar lendi til bústaðarbygging.

Ætlanin er at fara undir at bjóða tríggjar matriklar út til bygging av íbúðum. Talan er um øki undir Fjalli. Ikki er tað nakað nýtt at byggja bústaðir í nevnda øki. Í 2018 gjørdu Ove Mortensen Arkitektavirkið og Arkitektar 99 uppskot til heildarætlan fyri økið. Endamálið við heildarætlanini var, at samskipa alt økið so, at skilagóður samanhangur verður millum ymisku økini, og samstundis gera eina yvirskipaða ætlan fyri skipan av økinum, í mun til ferðslu, vegir, grøn øki og slag av bygging.

Matriklarnir liggja í markinum millum tann bygda býin og hagan, og tískil skulu vegur og tekniskar leiðingar leggjast til stykkið. Matriklarnir liggja tætt við gerandishentleikar, so sum Glasir, Skúlan á Fløtum og Bónus, ið liggja minni enn 500 metrar frá økinum. Matriklarnir liggja í brattlendi, og byggingin í økinum skal sostatt leggja seg í lendið á ein hátt, sum byggir uppundir og undirstrikar landslagið.

Økið er upplagt til høga bygging og ynskiligt er, at íbúðarhúsini skulu verða skiftandi í skurði, við høgari takreisn og vaksa í hædd upp móti fjallasíðuni. Matriklarnir liggja í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu í A2- øki, ið er lagt av til høga bústaðarbygging.

Kommunustjórin, tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at heimila umsitingini at bjóða nevndu matriklar út til bygging av íbúðum. Hetta varð samtykt í býráðnum í november í fjør. Tá seinna freistin at lata tilboð inn var farin 20. februar var Articon við Henning Larsen sum ráðgeva einasti tilboðsgevi.

Her er talan um eina heildarætlan av økinum við einum samlaðum tali uppá 492 bústaðir, sum hava eina miðalstødd upp á 95 fermetrar. Uppskotið gagnnýtir verandi hæddarmunin á lendinum til at útvega eitt rættvíst útsýni til allar íbúðirnar. Bygningarnir leggja seg eftir verandi hæddarkurvum og varðveita útsýnið fyri hvørjum øðrum. Millum bygningarnar verður gott pláss at skapa rekreativ øki so sum grønar lundir, spælipláss og felagsøkir.

Talan er um ein nýggjan býling við einum íbúgvaratali ímillum 1000-1500 fólk. Kommunustjórin, tekniski stjórin, leiðarin á Stjórnarskrivstovuni og býararkitekturin mæltu til at Articon fær í boði at keypa matr. nr. 1107, matr. nr. 1108 og part av matr. nr. 1166c fyri tilboðsupphæddina áljóðandi kr. 11.300.000, – og at umsitingin fer í samráðingar við Articon um endaligu skipanina av økinum, umframt at nýggj verkætlan verður stovnað til avleiddar verkætlanirnar.

Hetta varð samtykt í býráðnum í kvøld.

Kelda & mynd: torshavn.fo 27 apríl 2023

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *