By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
    • Fiski- & Alivinna
    • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • Útvaldar greinar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Skráin fyri Virkið vár
Share
Notification Show More
Latest News
Alsamt fleiri limir í fólkakirkjuni
2 dage ago
Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum
4 dage ago
Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur
4 dage ago
Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn
4 dage ago
Góður gullaksatúrur
4 dage ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
    • Fiski- & Alivinna
    • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • Útvaldar greinar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Fólk og Samfelag > Skráin fyri Virkið vár
Fólk og Samfelag

Skráin fyri Virkið vár

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2023/04/28 at 11:03 PM
Share
Mynd 24.fo
SHARE

Virkið vár er aftur á skránni og yvirskriftin hesaferð er umhvørvið. Eitt av endamálunum við Virkið vár er at eggja og seta í verk tiltøk til frama fyri betur heilsu- og umhvørvisviðurskiftum.

Fjølbroytt tiltøk mynda skránna alla komandi viku. Smærri og størri tiltøk eru til ymiskar málbólkar. Smálamba-túrur, sangur, súkklutúrar, føroyskur dansur, undirhald, listaframsýning, fyrilestur og rørslu tilboð. Úti og inni venjingar, gongutúrur í haga, gongutúrur við stokkum og sansa túrur út í Grøv, er bert nakað av tí, ið myndar skránna í ár.

Contents
Virkið vár er aftur á skránni og yvirskriftin hesaferð er umhvørvið. Eitt av endamálunum við Virkið vár er at eggja og seta í verk tiltøk til frama fyri betur heilsu- og umhvørvisviðurskiftum.Skráin fyri Virkið Vár kann síggjast her: Virkið vár 2023Melda til her: Ruddingardagar

Skráin fyri Virkið Vár kann síggjast her: Virkið vár 2023

Blíðskapur um allan miðbýin

Umframt fjølbroytta handilslívið í býnum, so eru tað fleiri onnur, sum lata dyrnar upp leygardagin 6. mai. Nevnast kann Politistøðin, Brandstøðin, Nólsoyar Pálshúsið, Christianskirkjan, Betesda og Kappróðrarneystið. Harumframt er stóra talvborðið í Vágstúni opið. Skipað rundferð verður í Christianskirkjuni og í Føroya bjór og í Betesda, har Betesdakórið syngur. Eisini verður fernisering í Gamla Seglhúsi, har Silja Strøm hevur listaframsýning.

Hugni við bókasavnið

Hálvmaraton er í býnum leygardagin, men áðrenn rennararnir fara avstað, so verður aftur í ár skipað fyri rullandi skrúðgongu frá Bumshamri til bókasavnið, har bjóðað verður kaffi og sunkist. Eisini fer Rógvi Dam at undirhalda, og møguleiki verður at fáa eitt træ heim við frá býargartnaranum.

Ruddingardagar

Árligur ruddingardagur hevur í fleiri ár verið fyriskipaður av kommununi, sum hevur heitt á borgarar, fyritøkur og stovnar at rudda útvald øki. Í ár verður lagt upp til, at fólk skipa seg í sínum grannalagi ella í smærri bólkum, soleiðis at fólk eru saman um at rudda eitt felags øki.

Á klaksvik.fo hevur kommunan boðað frá, at grannaløg kunnu fáa ein lítlan grannapakka, sum grannalagið kann fáa gleði av, tá ið bólkar ella grannaløg í felag taka stig til at rudda í egnum grannalagi, á nærmasta spæliplássi, í Borðoyarvík ella okkurt fjórða. Eggjað verður sostatt til, at borgarar í komandi viku finna ein dag, har tey rudda í nærumhvørvi.

Fyri at fáa lut í einum grannapakka er neyðugt at melda til. Ruddingarátakið í grannaløgum er í døgunum 1. – 7. mai og eru tað grannaløgini sjálvi, sum heinta grannapakkan og avgera, hvønn dag tey rudda.

Í tilmeldingini er neyðugt at upplýsa, hvussu nógv taka lut, og hvussu nógv húsarhald talan er um. Neyðugt er eisini, at grannaløgini skipa seg sjálvi við einum samskipari, sum útfyllir tilmeldingarskjalið. 

Melda til her: Ruddingardagar

You Might Also Like

Alsamt fleiri limir í fólkakirkjuni

Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur

Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn

Byggiloyvi givið til hotell verkætlan

Lagt út ÓML april 28, 2023
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Ein framsøkin og nærverandi stovnur á altjóða støði
Next Article Nógvur svartkjaftur sunnanfyri
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Alsamt fleiri limir í fólkakirkjuni

2 dage ago

Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

4 dage ago

Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur

4 dage ago

Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn

4 dage ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?