By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
    • Fiski- & Alivinna
    • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • Útvaldar greinar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Minkandi søla av sethúsum, men stórar príshækkingar um alt landið
Share
Notification Show More
Latest News
Alsamt fleiri limir í fólkakirkjuni
2 dage ago
Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum
4 dage ago
Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur
4 dage ago
Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn
4 dage ago
Góður gullaksatúrur
4 dage ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
    • Fiski- & Alivinna
    • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • Útvaldar greinar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Tíðindir > Minkandi søla av sethúsum, men stórar príshækkingar um alt landið
Tíðindir

Minkandi søla av sethúsum, men stórar príshækkingar um alt landið

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 måneder ago
Updated 2023/03/31 at 8:47 PM
Share
SHARE

Í fjør var ein stórur triðingur av sethúsasølunum í smærri bygdum, júst ein triðingur í størri bygdum og býum og ein lítil triðingur í høvuðsstaðnum. Men miðalprísurin í høvuðsstaðnum var umleið tann dupulti av prísunum á bygd.

271 sethús vórðu seld í fjør, og tað var tað minsta tey síðstu tíggju árini. 99 í smærri bygdum, 90 í størri bygdum og býum og 82 í Tórshavnarøkinum.

Contents
Í fjør var ein stórur triðingur av sethúsasølunum í smærri bygdum, júst ein triðingur í størri bygdum og býum og ein lítil triðingur í høvuðsstaðnum. Men miðalprísurin í høvuðsstaðnum var umleið tann dupulti av prísunum á bygd.Týdningarmikið fyrivarniSølan av sethúsum minkað tvey tey síðstu árini

Lægsta talið í hesi øldini var í 2009, tá 153 sethús vórðu seld, og metárið var 2015, tá 398 sethús vórðu seld. Minkingin tey síðstu tvey árini hevur verið um alt landið, men var serliga stór uttan fyri Tórshavnarøkið.

Miðalprísurin fyri eina sethús er tó nógv hægstur í Havn, samanborið við hvat eini sethús kosta í stórum og smáum bygdum í Føroyum. Í Havn var miðalprísurin fyri eini sethús 3,9 mió. kr., samanborið við 2,2 mió. kr. í stórum bygdum og býum og 1,8 mió. kr. í smábygdum.

Týdningarmikið fyrivarni

Aftast í hesi grein eru upplýsingar um keldu og avmarkingar í upplýsingunum hjá Hagstovuni. Her skal havast í huga, at hetta yvirlitið fevnir einans um sølu av sethúsum og ikki av íbúðarbústøðum. Tí kann eitt yvirlit av sethúsasølum ikki geva eitt nøktandi yvirlit yvir sølu av bústøðum. Serliga við tí í huga, at stórt tal av íbúðum er bygt seinastu árini:

Í tíðarskeiðnum 2015-2022 vóru tilsamans bygdir 1.524 nýggir bústaðir – 652 sethús og 872 íbúðir/raðhús. Av hesum vóru 311 sethús og 677 íbúðir/raðhús bygd í Streymoyar sýslu (mest í Tórshavnarøkinum). Hetta hevur sjávsagt eisini stóra ávirkan á søluna av sethúsum. 

Sølan av sethúsum minkað tvey tey síðstu árini

Eftir kreppuárini í fyrru helvt av 1990-unum vaks sølan av sethúsum spakuliga og kom fyribils í hæddina í 2007, beint áðrenn fíggjarkreppuna, við 300. So var eitt stórt fall niður móti helvtini í 2009-10. Síðani er sølan vaksin javnt og samt øll árini fram til 2015, ið er metár við 398 sethúsasølum. Eftir hetta minkaði sølan nógv tey næstu fýra árini, men vaks so aftur til tað næstmesta í 2020. Síðan er hon aftur minkað niður í 271 sethús í fjør. 

Kelda& mynd: Hagstova Føroya les meira her

You Might Also Like

Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn

Góður gullaksatúrur

Ferðavinnuætlan 2022-2026

Terrortruslen mod Danmark er præget af nye tendenser

3 dómar fyri at smugla hash

Lagt út ÓML marts 31, 2023
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article 53 fólk teknað seg til lutakastið um grundstykkini við Klingurstjørn
Next Article Hanus Mikkelsen settur sum stjóri fyri Tórshavnar havn
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn

4 dage ago

Góður gullaksatúrur

4 dage ago

Ferðavinnuætlan 2022-2026

2 uger ago

Terrortruslen mod Danmark er præget af nye tendenser

3 uger ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?