Tryggja langtíðarhaldførið

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/03/31 at 8:39 PM
Tinganes savnsmynd 24.fo

Framskrivingar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at fíggjarlógin fer at geva hall í 2024. Neyðugt verður við átøkum fyri at styrkja inntøkugrundarlagið og at tálma útreiðsluvøkstrinum 

Tryggja langtíðarhaldførið

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur í morgun lagt uppskot um játtanarkarmar fyri 2024 fyri Løgtingið. 

Samlaði útreiðslukarmurin fyri fíggjarlógina 2024 verður 7.275 mió. krónur. Av hesum er raksturin 6.579 mió. krónur og løgurnar 696 mió. krónur. Inntøkukarmurin verður 7.121 mió. krónur. 

Tað merkir, at framskrivaða úrslitið í fíggjarlógini næsta ár verður 153 mió. krónur í halli. 

Tað eru serliga útreiðslurnar innan almanna- og heilsugeiran, sum fara at vaksa komandi árini. Tað kemst serliga av broyttu fólkasamansetingini, við tað at talið á eldri borgarum veksur skjótari enn talið á fólki í arbeiðsførum aldri. 

Neyðugt við átøkum og betri fíggjarstýring 

Fyri at venda framskrivaða hallið til avlop er neyðugt at fremja átøk, sum tálma útreiðslunum og økja um inntøkurnar næstu árini. Avlopini kunnu bæði brúkast til at minka um landskassaskuldina og til at standa ímóti við til búskaparliga verri tíðir. 

Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um hægri veiðigjald og tøkugjald, sum skulu betra um haldførið hjá landskassanum. Øktu gjøldini eru kortini ikki nóg mikið til at møta avbjóðingunum hjá landskassanum frameftir. Neyðugt verður við øðrum átøkum. 

Landsstýrið ætlar at fremja átøk, sum skulu útvega tilsamans 214 mió. krónur í 2024. Ætlaðu átøkini hava við sær, at avlopið í 2024 verður 60 mió. krónur. 

Landsstýrið fer eisini at hyggja nærri at almenna geiranum við tí fyri eyga at fremja tillagingar, ið kunnu betra um almenna raksturin frameftir. Eisini fer landsstýrið gera uppskot til styrkt fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal vera við til at tryggja haldførið og vælferðina í framtíðini. 

Tillaga skattastigan 

Ætlanin er at broyta skattastigan, so at fleiri fara rinda minni í skatti og kann eggja fólki at arbeiða meira. 

Hóast prísvøkstur og inntøkuvøkstur hevur skattastigin verið óbroyttur seinastu átta árini. Tað hevur havt við sær, at ein stór fjøld av vanligum løntakarum rindar høgan marginalskatt. Til dømis rindar ein vanligur sjúkrarøktarfrøðingur, sum arbeiðir niðursetta tíð, yvir helvtina av inntøkuni í skatti fyri hvørja eyka vakt. Tað skal broytast, soleiðis at størri áhugi er at arbeiða meira.  

Frágreiðing til játtanarkarmar 2024

Framløga til játtanarkarmar 2024

Kelda & mynd inni á greinini Fíggjarmálaráðið 31 mars 2023

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *