By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Røða: Vit styðja, stuðla og styrkja hvønn annan, tá ið lívsins óløgi holva seg yvir einstaklingar og húski
Share
Notification Show More
Latest News
Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
1 dag ago
Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain
2 dage ago
Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.
2 dage ago
Álit um universitetssjúkrahús handað landsstýriskvinnuni
1 uge ago
Stong Havstovuna og opna Bankan
1 uge ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Fólk og Samfelag > Røða: Vit styðja, stuðla og styrkja hvønn annan, tá ið lívsins óløgi holva seg yvir einstaklingar og húski
Fólk og Samfelag

Røða: Vit styðja, stuðla og styrkja hvønn annan, tá ið lívsins óløgi holva seg yvir einstaklingar og húski

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 11 måneder ago
Updated 2022/11/02 at 8:34 PM
Share
SHARE

Vit endurgeva her røðu løgmanns Allahalgannadag.

Løgmaður hevur seinnapartin flutt fram røðu í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólátnu á Vinnuháskúlanum í Havn.

Røðan kann lesast niðanfyri:

—

Góðan dagin øll somul.

“At gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð;

at syrgja hevur sína tíð, og at dansa hevur sína tíð.”

Hesi vælkendu orðini úr Prædikarans bók, runnu mær til hugs, nú vit fyri mánaði síðani kjakaðust um, hvørt tað var neyðugt at flyta valdagin til fólkatingsvalið í Føroyum.

Sjálvur helt eg ikki at tað var rætt, at allahalgannadagur, har vit í stillum gráta, syrgja og minnast, skuldi vera hátíðardagur.

Tí valdagur er hátíðardagur. Vit hátíðarhalda fólkaræðið.

Tá læa vit og gleðast um, at vit liva í einum fríum og frælsum landi.

Men eins og vit skulu hátíðarhalda fólkaræði, eiga vit eisini steðga á og minnast grundarlagið, sum vit byggja landið á.

Vit skulu minnast tey dýru offur, sum hava við sær, at vit í dag hava eitt ríkt og væl virkandi samfelag.

Tí kjakið um dagfestingina fyri fólkatingsvalið í Føroyum fekk samstundis allahalgannadag fram í ljósmála.

Og tað var bæði gott og neyðugt.

Eg hoyrdi fleiri siga: ger tað nakað, um vit skulu á val allahalgannadag?

Tað er jú vanligur arbeiðsdagur.

Var tað ikki bara fyrr, at skip gingu burtur við mann og mús?

Jú, skipini í dag eru tryggari. Túrarnir styttri. Og samskiftismøguleikarnir betri.

Og tøkk fái Gud, at tað í dag hendir sjáldan, at skip ganga burtur.

Men tíðin er avgjørt ikki farin frá hesum minningardegi.

Tí søgan um miss á sjónum endurtekur seg framvegis dagin í dag.

Um tað eru fleiri ella færri, ið sjólátast, ella einans EIN, ið fórst á havinum í einum ári, so er hjartasorgin, tregin, saknurin og missurin hin sami fyri konu, børn, mammu, pápa, systkin og onnur, ið varða av.

Hesi kenna sviðan av deyðans køldu hond.

***

At deyðans kalda hond slær hart, máttu føroyingar sanna, eina kalda apríl nátt fyri gott 90 árum síðani.

Náttin millum 9. og 10. apríl í 1932 var ein feigdarnátt í søgu Føroya.

Hesa náttina gingu sluppirnar Laura og Immanuel burtur í ógvusligum ódnarveðri á veg heim av Suðurlandinum.

Vanlukkan var óskiljandi og sorgin svár og óbøtandi.

38 mans sjólótust hesa náttina.

Tann yngsti var 16 ár og tann elsti var 39 ár. Dreingir og menn í bestu árum. Pápar, synir og brøður.

Meir enn helmingurin av manningini á Immanuel var úr Søldarfirði, og fyri eina lítla bygd var slagið ómetaliga hart.

Ellivu av 30 húskjum í bygdini mistu son, mann ella pápa. Og í bygdini sótu 6 einkjur eftir. 23 børn høvdu eftir einari nátt mist pápa sín.

Men hendingin minnir okkum samstundis á tað, sum í øldir hevur eyðkent okkum her í Føroyum.

At vit koma hvørjum øðrum við og styðja, stuðla og styrkja hvønn annan, tá ið lívsins óløgi holva seg yvir einstaklingar og húski.

Fleiri eri frásagnirnar um hjálpsemi hjá bygdarfólkinum aftaná vanlukkuna.

Hvussu bøurin óvæntað var sligin, tá einkjan kom upp um morgunin. Um eitt kók, ið stóð á trappuni, júst sum kovin var tómur ella eitt oyra, ið lá eftir á borðinum, tá gestir høvdu verið á gátt.

Og soleiðis er tíbetur enn í dag.

Tá ið á stendur, og sorgin og deyðin vitja, tá hyggja vit føroyingar ikki burtur. Vit standa saman við teimum, sum hava mist, og hjálpa teimum gjøgnum sorgina.

***

Góðu tit

Øll vit, sum eru komin saman her í dag, og allir føroyingar kring oyggjarnar, vilja vísa, at vit standa saman við tykkum, ið so sárt hava mist ein av tykkara kæru.

Mín bøn er, at hann ið øllum valdar, skal geva tykkum styrki og troyst.

Lat meg enda við hesum rámandi ørindi úr vakra sálminum Guð signi várt fólk, har tað siglir og rør, ið er nr. 579 í sálmabókini.

“5. Guð, bjarga tú fólki um firðir og høv,
har mangir av okkara funnu sær grøv;
til havs hevur farið
so fagur ein skari,
hann hvílist har úti, men vaknar ein dag
og syngur frá sjónum hitt himmalska lag.”

Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava.

Jesus veri hjá tykkum øllum!

***

Saman drýpa vit høvur í sorg.

Síðani allahalgannadag í fjør eru hesir føroyingar deyðir á sjónum:

  • Jóhan Petur Suni Olsen, 56 ár, andaðist 21. november 2021. Hann sigldi við Hav-Nordlandia, ið lá við bryggju í Miðvági.
  • Petur Johansen, 52 ár, druknaði við aliringarnar í Miðvági, 22. februar 2022.
  • Maciej Krzysztof Broniszewski, 48 ár, andaðist umborð á Suðringi, 13. februar 2022.
  • Karl Sofus Lamhauge Garðalíð, 59 ár, druknaði við vestara bryggju í Havn, 18. juni 2022.

Friður veri við minni teirra.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

You Might Also Like

Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain

Álit um universitetssjúkrahús handað landsstýriskvinnuni

Stívliga 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. august – vøksturin er 1,2%

Veteranflaggdagur hildin umborð á Hvidbjørnen

Trý øki afturat boðin út omanfyri Argjahamar

Lagt út ÓML november 2, 2022
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Ætla føroyingar nú at forða fyri flutningi av mati til fátøk?
Next Article ÍSF skipar fyri fyrilestri á Skúlatrøð
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain

2 dage ago

Álit um universitetssjúkrahús handað landsstýriskvinnuni

1 uge ago

Stívliga 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. august – vøksturin er 1,2%

2 uger ago

Veteranflaggdagur hildin umborð á Hvidbjørnen

3 uger ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?