Semja millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 uger ago
Updated 2024/04/30 at 7:25 PM

Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag skrivaðu í gjár undir semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. apríl 2023. Partarnir handaðu krøv tann 6. september 2023. Síðani hava fleiri fundir verið, áðrenn stígur kom í samráðingarnar í februar 2024, meðan Føroya Pedagogfelag fyrireikaði seg til aðalfund.

Síðani nýggj nevnd og forkvinna, Sanna á Løgmansbø, tóku við leiðsluni í Føroya Pedagogfelag fyrrapartin í mars 2024, hava partarnir havt nakrar samráðingarfundir.

Samráðingarnar bóru á mál í gjár mánadagin 29. apríl 2024.

Sáttmálaskeið og lønarhækkan:

Semjan er fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2023 til 31. mars 2026. Lønarhækkanin samsvarar við hækkanina, ið onnur feløg hava fingið:

  • Tann 1. apríl 2023 hækkar lønin 3,8%

Tann 1. januar 2024 verður galdandi lønartalva dagførd við lønarlyftinum til ávikavist námsførðingar, atstøðingar og hjálparfólk.

  • Tann 1. apríl 2024 hækkar lønin 4,2%
  • Tann 1. apríl 2025 hækkar lønin 4,45%

Partarnir eru samdir um dagføringar og tillagingar um m.a.

Broyting í eftirlønini:

  • Eftirlønin til fastløntir námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnaøkinum fer úr 12% upp í 13% tann 1. januar í 2025
  • Fastlønt hjálparfólk á landsins stovnum fara úr 12% upp í 13% í eftirløn tann 1. januar 2025.

Broyting í skalagongdum:

Broytingar eru avtalaðar í skalagongdini hjá ávikavist námsfrøðiligum ráðgevum og hjálparfólkum við pedagogiskari ábyrgd, galdandi frá 1. juli 2024.

Førleikaviðbøtur:

Hjálparfólk fáa nýggja áseting um førleikaviðbót fyri serstakar førleikar í sáttmálan.

Aðrar broytingar:

Tillagingar eru gjørdar í ásetingum um m.a. starvsaldur, starvslýsingar, barnsferð v.m.

Partarnir hava gjørt avtalu um í sáttmálaskeiðinum at gera ymiskt felagsarbeiðið m.a. at gera eina nýggja og meira einfalda lønartalvu.

Sí eisini hjáløgdu semju.

Meira kunning finna tit á heimasíðuni hjá ávikavist Fíggjarmálaráðnum www.fmr.fo og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum www.kaf.fo

Kelda & mynd: fmr.fo

Share this Article