NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 uger ago
Updated 2024/05/03 at 9:16 PM

 Í vikuni byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2024 í Stavanger. Venjingin, sum verður hildin á hvørjum ári í Norðurhøvum, heldur fram í 14 dagar og endar í Reykjavík.

NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi

Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroyskt sjóumveldi at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar. Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðanífrá.

Tilsamans 10 skip, fimm kavbátar og átta flogfør taka lut í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Spania, Niðurlondum, Belgia, Norra, Íslandi, Danmark, Kanada, Fraklandi og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar.

Í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi verður í høvuðsheitum vant norðanfyri. Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum. Hugsast kann, at onkur av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn. Mesta virksemi við Føroyar í sambandi við Dynamic Mongoose 2024 verður væntandi um vikuskiftið.

Til ber hjá skipum og bátum at fáa samband við førini, sum eru við í venjingini, á VHF. Tey halda seg til galdandi trygdarreglur hjá NATO viðvíkjandi venjingum. Reglurnar hava til endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja til tess ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, t.d. fiskiskap.

Skip og bátar kunnu eisini venda sær til Vørn/MRCC.

Hetta er triðja árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar.

Kelda: https://www.uvmr.fo/fo

Share this Article