Home Fólk og Samfelag Gerningsmaður til ógvusligt álop við Sandá er handtikin

Gerningsmaður til ógvusligt álop við Sandá er handtikin

by Lagt út ÓML

Umleið kl. 20.00 sunnukvøldið fekk Føroya Politi fráboðan um, at ein kvinna í 20-árunum var álopin, meðan hon gekk túr eftir gøtuni ovarliga við Sandá í Havn.

Gerningsmaðurin leyp á kvinnuna aftanífrá og framdi ógvusligan harðskap móti henni. Kvinnan fekk ymiskar skaðar av álopinum og varð innløgd á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Umleið 15 minuttir eftir álopið handtók politiið ein mann í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.
Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í gjár kl. 13.00. Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Maðurin, sum er í tríatiárunum og er útlendingur, noktaði seg sekan.

Politiið sóknast eftir vitnum

Stutt áðrenn álopið sá kvinnan ein mann, sum gekk eftir gøtuni frá AB-húsinum á Argjum oman móti Sandá, fyri síðani at snara til høgru eystureftir/omaneftir gøtuni. Hetta var ikki gerningsmaðurin, men hesin maðurin kann hava møtt gerningsmanninum, og politiið vil tí feðin hava samband við hann. Politiið heitir eisini á onnur møgulig vitni um at boða frá á telefon 114.
Politiið ger í løtuni umfatandi kanningar í málinum, eitt nú teknskar kanningar, DNA-kanningar og avhoyringar af fólki, sum kunnu hava hoyrt ella sæð tilburðin.

kelda: politi.fo

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More