Tryggja betri javnvág millum útreiðslur og inntøkur

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 4 måneder ago
Updated 2024/03/22 at 4:59 PM
Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

    

Tryggja betri javnvág millum útreiðslur og inntøkur

Væntast kann eitt lítið avlop á fíggjarlógini í 2025, vísa framrokningar hjá Fíggjarmálaráðnum. Arbeiðið er í gongd at tryggja betri javnvág millum útreiðslur og inntøkur komandi árini. Fíggjarmálaráðið roknar við avlopum á fíggjarlógini frá 2026 og frameftir.

Framskrivaða úrslitið á fíggjarlógini komandi ár verður 9,2 mió. krónur í avlopi. Játtanarkarmarnir eru grundaðir á ein útreiðslukarm, sum verður 7.537,4 mió. krónur næsta ár. Av hesum er raksturin 6.937,4 mió. krónur og løgurnar 600 mió. krónur. Framskrivaðu inntøkurnar verða 7.546,6 mió. krónur.

Tíðirnar eru góðar við lágum arbeiðsloysi, og tí eigur javnvágin millum inntøkur og útreiðslur at betrast, sigur landsstýriskvinnan. Ætlanin er tí at gera átøk í 2025, sum kunnu betra um úrslitið við 35 mió. krónur. Haraftrat verður arbeitt við at tryggja fíggjarliga haldførið.

Ætlanin er eisini at broyta uppgerðina av inntøkunum frá avgjøldum á tilfeingisvinnurnar soleiðis, at frá 2025 fer ein størri partur beinleiðis í Búskapargrunnin. Tað hevur við sær minni inntøkur á 56,8 mió. krónur í fíggjarlógini komandi ár.

Framskrivaða úrslitið eftir átøk á fíggjarlógini komandi ár verður 12,6 mió. krónur í halli. Tað vísir uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar fyri 2025, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur lagt fyri Løgtingið í dag.


Almanna- og heilsuøkini dýrari
Tað eru serliga útreiðslurnar innan almanna- og heilsuøkini, sum vaksa komandi árini. Tað kemur av broyttu aldurssamansetingini og fólkavøkstri.

Væntast kunnu øktar útreiðslur til m.a. heilsutrygdarveitingar, Landssjúkrahúsið, serviðgerðir uttanlands, arbeiðsfremjandi tiltøk og fólkapensjón.

Íløgurnar verða mettar til 600 mió. krónur komandi ár. Nógv av hesum eru íløgur til arbeiði, ið longu eru í gongd, t.d. Fróðskaparsetrið, tunnilin til Dals, miðnám á Kambsdali og KT-verkætlanir.


Átøk neyðug
Virkað verður á fleiri mótum fyri at tryggja ein meira haldføran búskap komandi árini. Átøk verða framd at tálma útreiðslur og økja inntøkur hjá landskassanum. Arbeiðið at gera eitt fíggjarpolitiskt regluverk er í gongd. Neyðugt verður við nýskipanum, sum skulu tryggja haldførið og vælferðina frameftir. Eitt nú er neyðugt at endurskoða pensjónsaldurin, sum Búskaparráðið hevur mælt til.

Uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 vísir samanumtikið, at fíggjarpolitiska avbjóðingin, sum stendur fyri framman, er somikið stór og víðfevnd, at øll politiska skipanin eigur at standa saman um tey stig, sum eru neyðug fyri at tryggja javnvágina millum útreiðslur og inntøkur frameftir, heldur Ruth Vang, landsstýriskvinna.

Frágreiðing til játtanarkarmar 2025

Share this Article