Eystari Landsrættur avgreiddi 7 revsimál í viku 11 og 12

politi.fo

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 4 måneder ago
Updated 2024/03/21 at 12:19 PM

Eystari Landsrættur hevur síðstu tvær vikurnar verið í Føroyum og hevur endaliga avgreitt 7 revsimál

Mikudagin 13. mars 2024 viðgjørdi Eystari Landsrættur eitt mál, sum snúði seg um brot á § 222 í revsilógini um samlegu við barn undir 15 ár og § 232 um blúnisbrot. Ein maður var í Føroya Rætti dømdur 7 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í málinum. Landsrætturin setti dómin niður í 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Hósdagin 14. mars 2024 var eitt mál um neyðtøku fyri í Eystara Landsrætti. Ein 23 ára gamal maður var í Føroya Rætti fríkendur fyri at hava neyðtikið eina 18 ára gamla kvinnu. Neyðtøkan skuldi vera framd í juli 2020, og tí áðrenn neyðtøkuásetingin í revsilógini var broytt til eina samtykkigrundaða áseting. Ákæruvaldið kærdi dómin við kravi um, at maðurin skuldi dømast. Eystari Landsrættur var tó samdur við Føroya Rætti og staðfesti frídømingina.

Fríggjadagin 15. mars 2024 fall dómur í einum máli um hóttanir og harðskap. Eystari Landsrættur staðfesti dómin hjá Føroya Rætti um, at ein maður í 30-unum skuldi dømast ein viðgerðardóm uttan longstutíð. Tað merkir, at maðurin skal geva seg undir psykiatriska viðgerð og skal vera undir eftirlitið av Kriminalforsorgini.

Mánadagin 18. mars 2024 viðgjørdi Landsrætturin enn eitt mál um neyðtøku. Hetta málið var um brot á nýggju samtykkigrundaða neyðtøkuásetingina. Ein 28 ára gamal maður, sum var fríkendur í Føroya Rætti, varð í Eystara Landsrætti dømdur 1 ár og 2 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið eina 23 ára gamla kvinnu í desember 2022.

Mikudagin og hósdagin 20. og 21. marts 2024 vóru tvey mál um smugling av kokaini til Føroyar á skrá.

Fyrra málið snúði seg um tvær kvinnur, sum samanlagt høvdu knapt 800 gram av kokaini við sær til Føroya. Kvinnurnar vóru úr Peru og høvdu einki tilknýti til Føroya. Føroya Rættur dømdi kvinnurnar 5 ára treytaleysa fongsulsrevsing umframt útvísing fyri alla tíð. Eystari Landsrættur staðfesti dómin.

Seinna málið snúði seg um eina kvinnu úr Dominikanska Lýðveldinum, sum var ákærd fyri at hava smuglað knapt 1,5 kg. av kokaini. Kvinnan var tikin á flogvøllinum í Vágum, tá hon kom til Føroya í juni í fjør. Tað vísti seg, at kvinnan smuglaði uml. 623 gram av kokaini innvortis. Kanningararbeiðið hjá politinum vísti, at kvinnan hevði verið í Føroyum uml. 14 dagar frammanundan ávegis til Íslands. Politiið fann prógv fyri, at hon á tí túrinum hevði uml. 870 gram av kokaini við sær. Hetta var m.a. myndir av kokaininum. Av tí at kokainið, sum kvinnan hevði við til Íslands fyrra túrin ikki var funnið, metti Føroya Rættur, at kvinnan í hesum førinum skuldi dømast fyri uml. 600 gram av kokaini. Kvinnan bleiv í Føroya Rætti dømd 6 ára treytaleysa fongsulsrevsing og útvísing fyri alla tíð fyri smugling af uml. 1200 gram av kokaini. Kvinnan kærdi málið við kravi om frídøming fyri fyrru smuglingina av kokaini. Tá málið skuldi viðgerast hósdagin, valdi kvinnan at fráfalla sína kæru. Ákæruvaldið valdi at gera tað sama. Dómurin hjá Føroya Rætti bleiv tí endaligur.

Mikudagin 20. mars 2024 var eisini eitt mál, sum snúði seg um tveir harðskapstilburðir, brot á lóggávuna um rúsandi evni og vápnalógina. Tann ákærdi, sum áður er revsaður fyri harðskap, fekk 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Landsrætturin fríkendi hann fyri annan harðskapstilburðin, tí talan var um neyðverju og setti síðani dómin niður til 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing.

9 revsimál vóru upprunaliga á skrá, meðan landsrætturin var í Føroyum, men tvey mál blivu útsett. Annað bleiv ikki byrjað, meðan hitt er byrjað.

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *