Søla av bilum til privata nýtlsu lækkað

Landsbankin

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 måneder ago
Updated 2024/03/20 at 5:40 PM

Tilsamans lækkaði sølan av nýggjum og brúktum persónbilum til privata nýtslu 17% frá 2021 til 2022 og aftur 7% frá 2022 til 2023

Eitt lyklatal, ið kann geva ábendingar um privatu nýtsluna, er søla av persónbilum. Tá ið fólk gerast meira varin, gongur tað serliga útyvir drúgvar vørur, og serliga størru íløgurnar, so sum bilar. Fólk kunnu útseta at keypa sær nýggjan bil, ella tey kunnu velja at keypa ein brúktan bil ístaðin fyri ein nýggjan.

Eins og handilsvinnan boðar frá, at nýtslumynstrið hjá brúkarunum er broytt – tey keypa í størri mun lágprísvørur og í minni mun eitt nú vistfrøðiligar vørur – so sær eisini út til, at keypsmynstrið av bilum er broytt seinastu árini sí mynd 2.9.

Í 2020 var sølan av nýggjum persónbilum til privata nýtslu 17% og í 2023 var hon 12% av samlaðu bilasøluni (grøna økið í stabbunum). Brúktbilasølan er farin úr 77% í 2020 upp til 84% í 2023 (bláa økið).

Harafturat eru fólk í størri mun farin at innflyta brúktar bilar. Brúktu bilarnir, sum vera innfluttir, eru tó nýggjari, enn teir vóru fyri umleið 10 árum síðani; 74% av innfluttu brúktu persónbilunum vóru yngri enn 3 ár í 2023, í 2015 vóru 28% yngri enn 3 ár. Innflutningurin av brúktum persónbilum til privata nýtslu vaks serliga frá 2020 til 2021 (vaks úr 51 uppí 154 bilar).

Sølan av brúktum leigubilum var áleið 450 í 2020-22, men lækkaði niður í 126 í 2023. Afturat hesum skal viðmerkjast, at mongdin av leigubilum er økt munandi seinastu árini. Hon var størst í 2023 við 1.235 leigubilum, og burturav hesum vórðu 11% útfluttir aftur aftaná lokna ferðavinnuháárstíð.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Share this Article