Norðhavssildin væl í holdum seinnu árini

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2022/10/28 at 7:28 PM

Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beitistíðin er longd út á heystið.

Norðhavssildin er regluliga blivin kannað seinastu 25 árini – bæði við rannsóknarferðum, og tá kanningar eru gjørdar av landaðum fiski í Føroyum, Íslandi og Noregi. Ein umfatandi greining av hesum kanningum varð herfyri útgivin í Frontiers of Marine Science.

Tá norðhavssild hevur gýtt fram við norsku strondini í februar-mars, er hon rak og vigar lutfalsliga lítið. Um summarið og út á heystið, tá nógv æti er í Norskahavinum, fitnar hon og byggir upp sínar goymslur, soleiðis at hon kann gýta aftur árið eftir. Sostatt er sildin feitast einaferð seint á árinum. Ymist er tó bæði hvussu feit hon er, tá hon gevst at eta um heystið, og nær á heystinum hon er feitast. Í greinini eru hesi viðurskifti lýst við atliti at broytingum millum ár.

Fyrstu árini sóust stórar broytingar bæði í longd og vekt hjá sildini, men síðani uml. 2005 hevur sildin megnað at halda seg javnt væl í holdum móti vetri, hóast at sildin í nøkrum tíðarskeiðum hevur verið lutfalsliga stutt. Serliga er tað størsta og elsta sildin, sum hevur verið væl fyri. Harafturat eru rognini hjá størstu sildini vaksin longu áðrenn jól seinnu árini; til samanberingar var tað áðrenn 2005 vanligt, at rogn og sil ikki fóru at vaksa av sonnum fyrr enn eftir ársskiftið. Broytingar eru eisini í fiskiskapinum – fiskiskapurin seint um summarið og heystið hevur flutt seg í ein útsynning frá norsku strondini, soleiðis at mesti fiskiskapurin hesa árstíðina síðani 2010 hevur verið millum Ísland og Føroya.

Síðstu 25 árini eru eisini broytingar skrásettar í umhvørvinum – millum annað, at smátt djóraæti í størri mun er vorðið tøkt sum føði út á heystið norðan fyri Føroyar. Hetta bendir tí á, at norðhavssildin hevur megnað at lagað seg til broyttu umstøðurnar og soleiðis etur longri út á heystið, enn vanligt var fyrr, tá sildin vanliga fór í vetrardvala út fyri norsku strondini longu tíðliga um heystið.

Greinin kann lesast her.

Eydna í Homrum

Kelda og mynd Havstovan 27 okt 2022

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *