Home Fólk og Frítíð Ólavsøka 2022

Ólavsøka 2022

by Lagt út ÓML

Á ólavsøku í ár verður bæði midnáttarsangur og dansur. Eisini verður kappróður, skrúðgonga, framsýningar, spælibásar og alt tað, sum hoyrir ólavsøkuni til. Á hesari síðuni kanst tú taka skránna niður, kunna teg um broytingar, fáa yvirlit yvir ferðsluna og lesa um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.

Eftir tvær ólavsøkur, ið vóru merktar av koronufarsóttini, venda vit nú aftur til eina ólavsøku við midnáttarsangi, føroyskum dansi og øllum tí, sum hoyrir til. Avrátt er tó at halda fast við eina broyting: í samráð við Tórshavnar Ítróttarráð er avgjørt, at tivoli verður skipað sum í fjør. Tað vil siga, at Tórshavnar Ítróttarráð og aðrir felagsskapir aftur fáa pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald.

Noyðast vit at gera stórvegis broytingar í skránni upp undir ólavsøkuna, sært tú broytingarnar niðanfyri á hesari síðuni. Vilt tú tryggja tær, at tú verður kunnað um møguligar broytingar, ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tíðindabræv. Tað kanst tú gera niðarlaga á forsíðuni og á mentanarsíðu okkara, sum tú finnur her:

Náttúra, frítíð og mentan

Ólavsøkuskráin

Tak skránna niður sum pdf-fílu niðanfyri. Gev tó gætur, at pdf-fílan verður ikki dagførd. Vilt tú síggja møguligar broytingar, sært tú tær í dagførdu skránni niðanfyri á hesari síðuni.

Skráin

Ólavsøkuskráin 2022

Kelda: Tórshavnar Kommuna

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More