Home Politikkur Jógvan Skorheim limur í Fólkaflokkinum

Jógvan Skorheim limur í Fólkaflokkinum

by Lagt út ÓML

Stóri atkvøðuslukurin á tveimum teimum seinastu býráðsvalunum í Klaksvík er nú partur av Fólkaflokkinum, hetta boðaði hann frá í degi og viku í kvøld 14 mars 2024.

Jógvan Skorheim hevur verið varaborgarstjóri og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og var hann tá limur í Sjálvstýrisflokkinum. Eisini hevur hann sitið á tingið fyri Sjálvstýrisflokkin og var hann eisini formaður í flokkinum í nøkur ár.

Fólkaflokkurin stendur sterkur í Klaksvík og Norðoyggjum og kann sigast, at flokkurin hevur styrkt seg til komandi býráðsval við at hava fingið Jógvan Skorheim á listan.

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More