Home Fólk og Samfelag MENNAN AV ÍBÚÐARMARKNAÐINUM Í FØROYUM

MENNAN AV ÍBÚÐARMARKNAÐINUM Í FØROYUM

by Lagt út ÓML

written by OML 25. juni 2022

Sum eitt nýmótans og framkomið samfelag so er neyðugt við fleiri alternativum á íbúðarmarknaðinum í Føroyum. Tað er nógv tos og lítil handling aftanfyri, tað sum mangan er at hoyra um truplu íbúðarstøðuna hjá bæði ungum og gomlum.

Óli M. Lassen siviløkonomur

Skal íbúðarmarknaðurin broytast er neyðugt við nýhugsan og alternativum loysnum og broytan av lóggávuni á fleiri økjum. Er ynski at eldri borgarar skulu kunna flyta úr egnum sethúsum í minni íbúðir, so er neyðugt at byggja alternativt.

Bæði ung í Føroyum og tey í lesa uttanlands vildu havt nógv lættari við at búleikast her, um íbúðarmarknaðurin hevði hóskandi tilboð til hesi fólk. Ynskja vit fólkavøkstur og ein dynamiska íbúðarmarknað, so er neyðugt at koma í gongd.

Grein frá juni 2016

Bæði privat og alment

Tað má gerast áhugavert hjá privatum at gera íløgur í íbúðarblokkar, samstundis skulu Kommunur, møguliga saman við privatum ella almennum íleggjarum kunna stovnseta feløg, ið eiga og reka stórar íbúðar eindir.

Tað eru fleiri íbúðarháttir og eigaraformar ella leiguformar í kunnu nýtast: partaeigarar íbúðir, almannagagnligar leigu íbúðir, íbúir í ein eigur sjálvir, og har “íbúðarfelagið” fær gjøld fyri íbúðina og ikki ein peningastovnur. Tað er nógvur kapitalur í Føroyum og tí skuldi verið møguligt hjá privatum at gjørt íløgur innan íbúðarbyggjan og rakstur av íbúðarblokkur.

Lóggávu um íbúðareindir.

Nýggj lóggáva má gerast,  soleiðis at tað skal bera til at fáa rentustuðul og mvg frítøku av hesum serligu íbúðarfeløgum, hetta fyri at leigarar skulu fáa eina hóskandi húsaleigu, og fyri at hetta eisini kann gerast eitt áhugavert íløguøkið hjá íleggjarum.

Nógv ferð á búskapinum og stórur tørvur á betraðum íbúðarviðurskiftum

Tað eru nógvir samfelagsbólkar ið ynskja ein annarleiðis íbúðarmarknað og sjálvt um tað er nógv virksemið í samfelagnum og búskapinum sum heild, so er neyðugt at handla meðan tað er momentum í samfelagnum.

Tá arbeiðsloysið hóttir og búskaparlig stagnatión er, tá er ov seint at tosa um alternativar loysnir. Samfelagsliga fyriheldur tað seg júst øvugt av tí sum mangan verður ført fram, at tá lágkonjunkturur er, skal tað almenna v.m. økja íløgur og virksemið. Hetta er als ikki møguligt í ringum tíðum, tí valferðarmaskina skal koyra við lækkandi samfelagsinntøkum, tí hevur eitt samfelag sum tað føroyska ikki neyðugu styrkina til at føran tílíkan politikk.

Tað er nú meðan alt stendur í fagrasta blóma, at vit skulu seta ferð á alternativa íbúðarbygging til gleði fyri øll tey sum hava eitt ynski um at fáa eina íbúð sum tey megna at gjalda og eru glað fyri at búgva í.

You may also like

Leave a Comment