Home Fólk og Samfelag Jólaskipið kemur á Klaksvík kl. 18.00 hósdagin

Jólaskipið kemur á Klaksvík kl. 18.00 hósdagin

by Lagt út ÓML

Børn og barnsligar sálir kunnu gleða seg, tí hósdagin verður aftur møguligt at heilsa uppá jólamennirnar, sum koma við jólaskipinum.

Tiltakið verður úti í Klaksvíksgarðinum, niðanfyri Forminnissavnið, sum eisini hevur opið í samband við tiltakið.  

Skráin: 

Kl. 18.00 Jólaskipið kemur á Klaksvík

Kl. 18.30 Niclas Heri Joensen bjóðar jólamonnunum og øllum at vera vælkomin til tiltakið 

Kl. 18.35 Jólamenninir syngja og hugna sær á pallinum

Kl. 18.55 Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, ber fram røðu og avdúkar “Ársins Rósu”

Kl. 19.10 Vit syngja felagssangin; Nissumamma og nissupápi

Kl. 19.15 Jólamenninir deila pakkar til børnini

Jólamennirnir lata heilsa, at teir vóna at síggja nógv børn. Stór og smá. 

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More