Hugnaligur eldradagur í Havn

Løgtings- og landsstýrisfólk eiga at finna aðrar mátar at nøkta teirra peningaliga tørv og lata pensjónistarnar fáa frið.

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 9 måneder ago
Updated 2023/09/10 at 10:44 PM

– Mann má spyrja, hvat hesi billa sær inn. Vit eiga als ikki at finna okkum í tílíkum ágangi. Løgtings- og landsstýrisfólk eiga at finna aðrar mátar at nøkta teirra peningaliga tørv og lata pensjónistarnar fáa frið, segði ein avgjørdur Heðin Mortensen á eldradegnum í Dansifrøi í dag.

Heðin Mortensen borgarstjóri, byrjaði við at siga, at  tað var hugnaligt at síggja ein so stóran skara av ungdommeligum pensjónistum koma saman í dag.

– Tað var nú ikki eiti á skrá fyri tiltakið í dag. 8 tímar av intensivum undirhaldi og aktivitetum. Onkur helt, at hetta var ikki fyri tilkomið fólk – hetta mátti vera ein ungdómsveitsla.

– Men tað sigur kanska eitt sindur um generella heilsustandin hjá fólki – ella, sum onkur tók til, at tað er ein óreingiligur veruleiki, at okkara eldru í dag eru onki serliga gomul!

– Eg varð biðin um at bera tykkum eina heilsu í dag. Sum støðan er, er arbeiðsloysið í landinum sera lágt, fyri ikki at siga onki. Og arbeiðsmarknaðurin rópar eftir meira fólki.

– Beata segði í seinastu ársfrágreiðingini, at hon vónaði, at landsins myndugleikar sum skjótast taka somu avgerð sum Tórshavnar býráð, at fáa fráfaringaraldurin um alt landið burtur, og at tað ikki skal vera loyvt at siga fólki upp vegna aldur.

– Landsfelagið segði seg vóna, at tað næsta verður at lata pensjónistar sleppa at arbeiða so galið teir vilja, uttan at henda lønin, sum skattur verður goldin av, skal ganga út yvir pensjónina.

– Sjálvur havi eg áður nevnt, at tað er rættiliga hugstoytt at hoyra politikkarar enn grenja um, at tað í framtíðini lutfalsliga verða færri yngri á arbeiðsmarknaðinum, í mun til teirra, sum farin eru um pensjónsaldur.

– Heldur áttu tey at fegnast um, at hvør einstakur á arbeiðsmarknaðinum framleiðir nógv meira enn áður, og at pensjónisturin arbeiðir nógv longri og er nógv frískari langt inn í elliár.

– Í február í fjør samstyktu vit í Tórshavnar kommunu sum kunnugt at avtaka 70 ára fráfaringaraldurin. Hetta merkir í praksis, at starvsfólk kunnu halda fram, so leingi tey sjálvi vilja og megna tað, og at aldur ikki longur er eitt sakligt atlit fyri uppsøgn.

– Stóra kanningin, sum Gallup gjørdi fyri landsfelagið, har yvir 2000 fólk yvir 75 vórðu spurd, hvussu tey hava tað, var sera áhugaverd. Tíbetur vísti kanningin, at sum heild høvdu fólk tað gott.

– Frammanundan høvdu vit jú eina kanning í Havn, sum eisini vísti, at pensjónistar í Havn sum heild høvdu tað gott, vóru generelt aktivir og frískir.

– Slíkar kanningar hava stóran týdning fyri myndugleikarnar, tí tær eru avgerandi fyri, at serliga politikkarar taka rættar avgerðir, tá støða verður tikin til viðurskifti innan eldraøkið, serliga tá vit hugsa um íbúðarspurningar, bygging og staðseting av eldraíbúðum og røktarheimum.

– Samanumtikið sær út til, at ein stórur partur av okkara eldru hava tað gott. Størsti parturin býr í egnum húsum, kemur runt í egnum bili og eru sjálvhjálpin í gerandisdegnum.

– Bert 9% fáa heimahjálp. Bert 8% roykja dagliga og minni enn triðingur drekkur rúsdrekka hvønn mánað. Einans 8% siga seg ikki hava frítíðaraktivitet yvirhøvur.

– Meira enn helmingurin býr saman við hjúnafelaga/sambúgva og umleið ein triðingur hevur aðrar inntøkur enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, serliga menninir, sum í størri mun enn kvinnur hava lønt arbeiði.

– Sjálvi meta fólk, at heilsustøðan er góð ella sera góð og bert 9% meta, at heilsustøðan er vánalig. Og tað er heilt einastandandi, at ein stórur meiriluti sigur seg ongantíð ella næstan ongantíð kenna til vónloysi, angist ella tunglyndi.

– So samanumtikið er myndin vit síggja av teimum eldru góð fyri tey flestu.

– Men eg má siga, at í sambandi við nýggju frágreiðingina frá Búskaparráðnum, so øtaðist eg við, tá politikkarar nú tosa um at hækka pensjónsaldurin – fyri at spara!!! Hvør hevur hoyrt so galið?

– Mann má spyrja, hvat hesi billa sær inn – heldur skuldu tey ansa betur eftir almennu íløgunum og almenna rakstrinum, enn at koma við hesum áganginum móti okkum eldru.

– Vit eiga als ikki at finna okkum í tílíkum ágangi. Løgtings- og landsstýrisfólk eiga at finna aðrar mátar at nøkta teirra peningaliga tørv og lata pensjónistarnar fáa frið.

– Havi hug at nevna tað einastandandi arbeiði, sum pensjónistarnir gera i Tilhaldinum, og tann týdning, sum Tilhaldið hevur fyri mong.

– Vit hava eisini Heilræði, sum ger eitt serstakliga stórt arbeiði við at koma út til eldri borgarar í kommununi at ráðgeva og vegleiða um teir møguleikar, sum eru hjá eldri fólki í Tórshavnar Kommunu. Eisini ein stór tøkk til Reyða Kross fyri eitt nú vitjanartænastuna.

– Hetta verður gjørt fyri at skapa tryggleika og ikki minst fyri at forða fyri, at smáir trupulleikar vaksa seg stórar. Heilræði bjóðar eldri fólki at taka lut í heilsustimbrandi venjingum, og skipað verður fyri slíkum venjingum á ymsu ítróttaranleggunum og hallunum í býnum.

– Eg kann nevna, at arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum við at framtíðartryggja eldraøkið líðir væl. Tilmælini á ymsu økjunum vera løgd fyri nevnd í næstum. Og næsta stig verður at seta samtyktu tilmælini í verk, m.a rekrutteringstiltøk.

– Í vár var EYA kosin sum vinnari av arkitekakappingini viðvíkjandi nýggja røktarheiminum á Stórubrekku, ið hevur 64 búpláss og 16 røktaríbúðir. Røktarheimið væntast at standa liðugt í 2027.

– Nøkur av búplássunum eru “endurhýsing” í samband við at ætlanin er at lukka Ellisheimið og sambýlini. Bíðilistarnir til búpláss á eldraøkinum eru søguliga lágir. Urd man vera ein av orsøkunum til, at fólk klára seg longri heima.

– Eg kann eisini nevna, at ein ætlan fyri bygging av eldradepli í Kollafirði nú fyriliggur, og samtykt er at leggja depilin á Lygnesi.

– Og til seinast mugu vit endiliga ikki gloyma okkara eldhugaða Eldraráð, sum altíð eru góð í ráðum.

– Eg sá at Jákup Andreasen, fráfarin skúlastjóri og nýklæktur pensjónistur, skrivaði, at hann nú hevði sett sær fyri, at tað er onki, sum eitur at skunda sær í framtíðini.

– Tað er helst gott fyri tey flestu – sjálvur havi eg skundað mær alt lívið og geri tað tíverri framvegis. Tað kemst kanska av, at politisku prosessirnar ofta taka óneyðuga langa tíð.

– Í mínum egna ættarliði eru fólk, sum verða røktarkrevjandi næstu árini. Fleiri í hesum ættarliðnum gerast heilt gomul, tí framstig innan heilsuøkið og eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk hava syrgt fyri okkara heilsustøðu.

– Vit kunnu øll ógvuliga skjótt verða samd um, at vit eiga at tryggja okkum, at vit hava eitt samfelag, har tað er gott og trygt at gerast gamal.

– Okkara broytta lívsmynstur setir størri krøv til tað almenna og kommunurnar. Tað er ein støðug avbjóðing fyri kommununa at skapa røttu karmarnar til eldru borgararnar. Men hetta loysa vit í felag.

– Eg fari at ynskja tykkum ein góðan dag – skráin er bæði áhugaverd og spennandi, og ikki minst sær út til, at dagurin eisini verður skemtiligur.

– Við hesum fari eg at ynskja okkum øllum ein góðan eldradag í vón um, at eisini hesin dagurin fer at økja um trivnað og samanhald – og at stór nytta verður í teimum átøkum og tilboðum, sum standa øllum í boði í dag, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

a group of people sitting at tables

Judi Dench et al. sitting at a table

a person giving a presentation to an audience

a group of people sitting at tables

a group of people sitting at a table

Kelda & myndir: torshavn.fo

Share this Article