Home Fólk og Samfelag Løgmaður vitjaði borgarstjóran

Løgmaður vitjaði borgarstjóran

by Lagt út ÓML

Fyrrapartin 21 juni vitjaði løgmaður, Aksel V. Johannesen, borgarstjóran, sum bjóðaði ein morgunbita í nýggja kappróðrarneystinum. Vitjanin var partur av eini dagsvitjan hjá løgmanni í Klaksvík.

Í kappróðrarneystinum tók borgarstjórin ímóti saman við leiðsluni í Klaksvíkar kommunu, Rúna Rasmussen, John Færø, Jógvan Ósá og John Syderbø. Saman við teimum bjóðaði eisini Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar róðrarfelag, løgmanni við fylgi vælkomnum.

Sonja greiddi frá húsinum og vísti errin kappróðrarneystið fram. Løgmaður var, sum vera man, hugtikin av flottu karmunum og góðu úrslitunum hjá kappróðrarfelagnum. Sonja gav eisini løgmanni nøkur boð uppá, hvør orsøkin er til góðu úrslitini hjá felagnum seinastu árini.

Borgarstjórin og kommunustjórin høvdu eina stutta framløgu. Harumframt varð prátað um ymisk viðurskifti so sum eldraøkið, ferðavinnuna, tøkugjøld og fjølbroyttar bústaðarmøguleikar. Alt evnir, sum samantvinna áhugamál hjá bæði kommunu og landi, og sum neyðugt er at samstarva um.

Mynd og kelda: klaksvik.fo

You may also like