54.150 búðu í Føroyum í november — vøksturin er 1,1%

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 12 måneder ago
Updated 2022/12/12 at 3:13 PM

Stívliga 54.150 fólk búðu í Føroyum 1. november. Tað eru góð 600 fleiri enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 1,1%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiðið, tá hann var 1,5%.

Fólkatalið í kommunum og bygdum

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu, meðan størsta minking var í Sumbiar og Skálavíkar kommunu. 

Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Strondum, meðan tað minkaði mest í Søldarfirði, í Sørvági og í Skálavík.

Tú kanst lesa meira her hjá Hagstovu Føroya

Kelda & mynd: Hagstovan

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *