Um Føroyar fara til vinstru ella høgru, so er tað avgerðin hjá forkvinnuni í Framsókn Ruth Vang.
Fyri at kunna lýsa hvør er Framsókn, hava vit valt at hyggja nærri eftir hvat tey siga á teirra heimasíðu. Tey siga, at flokkurin er ein liberalur tjóðskaparflokkur, ið vil tryggja persónligt frælsi og vinnuligt frælsi. Eitt samfelag við frílyndi og har tú hevur ábyrgd fyri tær sjálvum. Víðari siga tey at:
Landið skal minka sín leiklut sum tann, ið stýrir og fordeilir. Tað klárar vinnan best í fríari kapping. Vit skulu hava minni umsiting og meira fyri pengarnar.Vit skulu tora at leggja sum mest út til privat at umsita, og vit skulu selja almennar fyritøkur, sum eru betri riknar av privatum.
Somuleiðis skal Heilsuverkið skal styrkjast og útbúgvingarskipanin skal betrast.
Neyðugt er at seta sjúklingin í fokus og geva serfrøðini best møguligar umstøður at trívast og mennast fakliga, so mest fæst fyri hvørja krónu.
Útbúgvingarskipanin skal betrast.
Hægru útbúgvingarnar skulu gerast fleiri og lyftast á eitt hægri stig, sum er ein alneyðug fortreyt fyri, at vit gerast fleiri og klókari.
Víðari verður sagt at kommunurnar skulu skipast í fáar sterkar eindir, sum eru førar fyri at lyfta tær uppgávur, ið skulu liggja tætt við teg sum borgara.
Bústaðarpolitikkur
Størsta avbjóðingin hjá ungum familjum er at koma inn á bústaðarmarknaðin fyrstu ferð. Land og kommunur kunnu gera sítt til at lætta um hjá teimum, ið fáa sær sín fyrsta bústað. Við at raðfesta smærri búeindir, so sum raðhús, samanbygd hús og eigaraíbúðir. Framsókn vil, at felagið Bústaðir skal seta meira ferð á bygging av leigubústøðum. Felagið skal harafturat uppraðfesta bygging av lestraríbúðum. Fólk, sum frammanundan ikki hava egnan bústað, skulu hava framíhjárætt á bíðilistanum.
Brot úr teirra Fiskivinnupolitikki
Í Framsókn eru vit sannførd um, at fiskivinnan eins og vinnur flest hevur tað best undir marknaðartreytum. So leingi veiðirættindini eru politiskt tillutað, skal meginparturin av tilfeingisrentuni takast inn í tilfeingisgjaldi. Útlendskur kapitalur skal burtur úr fiskivinnuni og bara føroyingar skulu kunna hava veiðirættindi.
Vælferðin skal framtíðartryggjast
Hóast hundraðtals milliónir eru lætnar almannaverki og heilsuverki, fáa fólk ikki grundleggjandi vælferðartænastur. Framsókn vil gera neyðugar nýskipanir, sum tryggja, at vit fáa meira fyri hvørja krónu, og at okkara vælferð verður haldfør langt fram í tíðina.
Sjálvberandi búskapar- og fíggjarpolitikkur
Vit í Framsókn eru av teirri sannføring, at grundhugsjónin undir øllum virksemi í Føroyum verður grundað á haldføri. Vantandi lógarverk á fíggjarøkinum letur í alt ov stóran mun upp fyri møguleikanum at føra ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk.
Vit vita, at inntøkur landskassans sveiggja við konjunkturunum, meðan útreiðslurnar eru meira støðugar. Serliga tá val nærkast, síggja vit, at útreiðslurnar hava lyndi at vaksa ógvusliga, kanska tí tað er størri politiskur vinningur í átøkum, sum hava við sær útreiðslur heldur enn inntøkur.
Vit hava vaksandi inflatión. Hon rakar hart og keypiorkan minkar. Tí verður neyðugt at hjálpa teimum, sum koma ringast fyri. Vit vilja gera okkara fyri at tálma inflatiónini.
Framsókn vil, at niðurlagingin av ríkisveitingini verður løgd í eina fasta legu.
Samanumtikið kunnu vit siga, at Framsókn er ein borgarligur flokkur ið er meira frílyntur enn hinir borgarligu flokkarnir, somuleiðis ynskir flokkurin eina stóra broyting innan fiskivinnuna. Útývir tað so eru nokk ikki so stórur munir millum hendann flokkin og hinar borgarligu loysingarflokkarnar.
Hvat ger Ruth Vang um borgarligu flokkarnir peika á hana.
Tað sum er sera áhugavert er, hvat Framsókn ger, um tað verður peika á hana sum forhandlingsleiðara til at skipa eina nýggja stjórn. Fer hon til vinstru ella høgru. Ynskir Framsókn at fáa Løgmann ella tvey málsøkir t.d. Fíggjarmál og Heilsumál ella møguliga Fiskivinnumál at umsita. ?
Tað er Framsókn sum situr við lykilinum til komandi samgongu og ikki teir stóru flokkarnir.
Virðisgrundarlagið undir Framsókn, er grundarsteinurin undir teimum hugburðum, ið flokkurin byggir á.
Vit eru ein liberalur tjóðskaparflokkur
Persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt frælsi eru grundleggjandi virði, ið skulu fáa føroyska samfelagið aftur á beint. Frælsið hjá fólki og landi gevur sjálvsálit, fremur virkishug og stimbrar skapanarevni. Tí er frælsi tað, sum Framsókn setir ovast í øllum sínum politiska virksemi.
Persónligt frælsi
Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.
Vinnuligt frælsi
Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg.
Tjóðskaparligt frælsi
Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.
Eitt samfelag við frílyndi
Eitt samfelag, har tað er rúmsátt hjá tær at liva títt lív soleiðis, sum tú vilt. Persónliga frælsið hevur víðar karmar, men tað skal altíð livast við ábyrgd og við virðing fyri øðrum, ið vilja liva øðrvísi. Vit eru sannførd um, at skapanarevnini og virkishugurin trívast best, har tað er pláss fyri ymiskleika og fjølbroytni.
Ábyrgd fyri tær sjálvum
Vit vilja gera tað liviligt hjá framsóknum kvinnum og monnum. Tí vilja vit steðga verandi gongd, har samfelagið ovurskattar og leggur byrðar á vanligar familjur og einstaklingar, sum kýta seg og gera sítt besta.
Tann einstaki skal hava tær allarbestu umstøðurnar at fylgja sínum málum og dreymum. Og tað gera vit best við at loyva fólkum at virka frítt við teimum evnum og møguleikum, tey eru fødd við.
Tað skal loysa seg betur at arbeiða, og ein fríur marknaður, har tað almenna blandar seg sum minst, er trygdin fyri, at vinnulív og tann einstaki menna seg og ganga nýggjar leiðir.
Vit vilja tryggja kjarnutænasturnar
Heilsuverkið skal styrkjast. Neyðugt er at seta sjúklingin í fokus og geva serfrøðini best møguligar umstøður at trívast og mennast fakliga, so mest fæst fyri hvørja krónu.
Útbúgvingarskipanin skal betrast. Hægru útbúgvingarnar skulu gerast fleiri og lyftast á eitt hægri stig, sum er ein alneyðug fortreyt fyri, at vit gerast fleiri og klókari.
Kommunurnar skulu skipast í fáar sterkar eindir, sum eru førar fyri at lyfta tær uppgávur, ið skulu liggja tætt við teg sum borgara.
Færri avmarkingar
Landið skal minka sín leiklut sum tann, ið stýrir og fordeilir. Tað klárar vinnan best í fríari kapping. Vit skulu hava minni umsiting og meira fyri pengarnar.Vit skulu tora at leggja sum mest út til privat at umsita, og vit skulu selja almennar fyritøkur, sum eru betri riknar av privatum.
Einar sjálvbjargnar Føroyar
Tað er í strembanini eftir at standa á egnum beinum, at vit fáa tann størsta framburðin. Tí er føroyskt fullveldi eitt framtíðarmál hjá Framsókn.Vit skulu sjálvi taka ábyrgd og ræði á okkara egna tjóðarbúskapi og seta sjøtil á eina tilgongd, har ríkisveitingin minkar niður í einki. Tað merkir ikki, at vit byrgja okkum inni, tvørturímóti merkir sjálvræði, at vit gerast sterkari í felagsskapi við onnur. Sjálvræði gevur áræði og sjálvsálit, sum skulu vera sterkasta eyðkenni við okkara samleika.
Tí setir Framsókn frælsi fremst.
Tú kans lesa meir um Framsókn á teirra heimasíðu her