Home Fólk og Frítíð Móttøka fyri Havnar Svimjifelag

Móttøka fyri Havnar Svimjifelag

by Lagt út ÓML

Móttøka var 12 desembur fyri Havnar Svimjifelagi, sum hevur havt eitt gott kappingarár. Felagið hevur vunnið tilsamans 16 gull í FM, 21 gull hjá juniorum eldru og 8 gull hjá juniorum yngru. Harumframt hevur felagið vunnið nógv silvur og bronsu merki.

“Tað haldi eg, at tit kunnu vera errin av,  og Tórshavnar kommuna er sera errin av tykkum,” segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á móttøkuni.

Svimjararnir gera nógv við tað, og summi venja 11 ferðir um vikuna, og onnur nærum líka nógv.

Borgarstjórin vísti á, at skjótt verða umstøðurnar hjá svimjarum uppaftur betri í Tórshavnar kommunu.

“Um nakrar mánaðir er langhylurin í Gundadali liðugur. Tá verða umstøðurnar hjá tykkum tær bestu í landinum. Hetta fer eisini at hava við sær, at tit hava betri fyritreytir til at venja og fyrireika tykkum til altjóða kappingar. Tí í altjóða kappingum hava tit svimjarar altíð verið millum tey bestu umboðini, ið Føroyar hava havt, og tit hava sera góð úrslit at vísa á,” segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.

Selmin Kara et al. posing for a photo

a group of people standing in a room

Veronika Bonell et al. standing around a table with food on it

a group of people standing in a room

a group of people in a room

Kelda & myndir:torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More