lørdag, februar 7, 2026
Home Fólk og Samfelag Føroya Rættur hevur í dag dømt eina 31 ára gamla kvinnu 1 árs treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya.

Føroya Rættur hevur í dag dømt eina 31 ára gamla kvinnu 1 árs treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya.

0 comments

Kvinnan, ið er donsk, kom til Føroya við flogfari tann 5. mai 2023. Hon hevði uml. 100 gram av kokaini á sær, tá hon bleiv steðgað av tollarunum á flogvøllinum.

Kvinnan bleiv handtikin av løgregluni og síðani framstillaði ákæruvaldið hana í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, har hun bleiv varðhaldsfongslað til í dag, tá málið varð viðgjørt í Føroya Rætti.

Kvinnan játtaði seg seka. Ákæruvaldið metti, at hon skuldi hava minst 1 árs fongsulsrevsing. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Kvinnan tók við dóminum, sum hon skal sita beinanvegin.

https://politi.fo/politistoedir/tidindilisti/1-ars-fongsulsrevsing-fyri-at-smugla-kokain-til-foeroya/2023/05/22

 

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira