Undirritaða hevur sett landstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá nakrar spurningar í samband við stórfingnu gávuna, Tesla MR skannaran, sum Klaksvíkar Sjúkrahús fekk í gávu frá gevarum í Klaksvík og Eysturoy.
Ein av mínum spurningum var, hvør var settur í arbeiðsbólkin, sum skuldi gera fakligt tilmæli um skannaran. Eg spurdi ítøkiliga um av hvørjum sjúkrahúsi og hvørji deild hesir persónarnir vóru.
Landstýriskvinnan svaraði, at varaleiðarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og varaleiðarin á LS eru í bólkinum. Hetta er einasta ítøkiliga svarið uppá setta spurningin.
Men tá tað kemur til, hvørji øll hini í bólkinum eru, so svarar hon bara, at tað eru fakfólk innan medicoteknisk tól, radiologi, røntgen, medicinskar sjúkur og fíggjarviðurskifti.
Men spurningur er um hesi arbeiða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella á LS ? Hesum spurninginum svarar landstýriskvinnan ikki. Hvat er tað sum fær landstýriskvinnuna til at víkja uttanum at svara júst hesum spurninginum ? Hann er sera viðkomandi.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur sjálvsagt eisini fakfólk.
Eins og LS hevur Klaksvíkar Sjúkrahús fakfólk á ymsum økjum. Har eru læknar, radiografar og fíggjarfólk. Einastu fakfólk sum Klaksvíkar Sjúkrahús ikki hevur eru radiologar (læknar) og medicoteknisk fólk. Men sjúkhúsið hevur sjálvandi maskindeild, sum heilt nátúrliga burdi fingið umboð í arbeiðsbólkinum. Hesi kundu svarað uppá spurningar viðvíkjandi hølisviðurskiftum og el. Tað er rættiliga viðkomandi.
Er varaleiðarin einasta umboðið hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í bólkinum ?
Er tað veruliga so, at einasta umboð hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í arbeiðsbólkinum er varaleiðarin. Eg veit av góðum grundum ikki, hvussu nógv verða í arbeiðsbólkinum, men um tað t.d. vera 10 umboð, so stendur umboðið hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi sera veikt í bólkinum. So verður tað en mod alle, alle mod en. Sjálvandi fái eg hendan illgrunan, tá landstýriskvinnan ikki vil siga hvørjir hinir limirnir í bólkinum eru, og av hvørjum sjúkrahúsi teir koma frá. Hon veit hvørjir limirnir eru, tí hon sigur í svarinum, at arbeiðsbólkurin er settur. Vónandi blívur mín illgruni ikki staðfestur.
Hvat er endamálið við bólkinum ?
Eftir míni metan, so er hetta ein óneyðugur arbeiðsbólkur . Men tá nú ein arbeiðsbólkur er settur, so skuldi tann sum fekk gávuna, føðingardagsbarnið, Klaksvíkar Sjúkrahús havt bestu umboðan í bólkinum. Hví skulu evt. onnur sita og taka avgerð um gávuna. Er tað stóribeiggi, sum vil hava gávuna frá lítlabeiggja ? Hugsið tykkum um tað var øvugt. At LS hevði fingið ein MR-skannara og Klaksvíkar Sjúkrahús skuldi gera tilmæli.
Tað eru sterkar lokalar kreftir á Landssjúkrahúsinum , sum Klaksvíkar Sjúkrahús er upp ímóti. Spurningurin er um hetta ikki eisini eru egin áhugamál á LS, sum Klaksvíkar Sjúkrahús eru upp ímóti. Hvat siga umboðini í norðoyggjum í samgonguni, hvar eru tit ? Komið út úr holunum ! Ætla tit bara at sita og hyggja, sum ryssa yvir deyðum fyli um Klaksvíkar Sjúkrahús snildisliga blívur amputerað og niðurlagað av lokalum kreftum á LS ? Áðrenn landstýriskvinnan Margit Stórá bleiv landstýriskvinna, var hon varastjóri á LS. Tá landstýriskvinnan fór í farloyvi frá hesum starvinum, bleiv ein persónur settur í hennara stað sum varaleiðari á LS. Hesin er nú settur í bólkin, sum skal gera tilmæli um gávuna til Klaksvíkar Sjúkrahús. Tá landstýriskvinnan fer úr landstýrinum aftur, fer hon helst aftur í sítt borgarliga starv, sum varastjóri á LS.
Ein av okkara fremstu serfrøðingum í mong harrans ár innan urologi hevur sagt, at MR-skannarin saktans kann standa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hvat er so endamálið at seta hendan bólkin, tá fremsti serfrøðingurin á økinum í mong harrans ár sigur, at skannarin stendur væl á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ! Hvat skulu vit við øllum hesum tilmælunum ? Eg og helst mong onnur við mær hava okkara hugsanir.
Eg vóni veruliga ikki, at alt bara er spæl fyri gallarínum, har fremsta endamálið er, at skannarin ikki kemur at standa hjá rætta móttakaranum – Klaksvíkar Sjúkrahúsi ?
Eg ynski at fáa svar til fulnar frá landstýriskvinnuni í heilsumálum uppá spurningin um, hvør situr í arbeiðsbólkinum, sum skal gera tilmæli um gávuna til Klaksvíkar Sjúkrahús. Tí havi eg enn einaferð spurt landstýriskvinnuna um, hvør situr í arbeiðsbólkinum. Hvørjum sjúkrahúsi og deild tey arbeiða á í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur