Føroyskt Íslandsrossafelag fingið nýggja ríðibreyt

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/05/21 at 11:07 PM

Nýggja ríðibreytin varð tikin í nýtslu í kvøld á einum hátíðarhaldi uppi á Kráarheyggi. Borgarstjórin og forkvinnan í felagnum, Sedea Bjarnadóttir Nolsøu, kliptu snórin til nýggju breytina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti tillukku við degnum, nú felagið byrjaði fyrstu Safari-uttandurakappingina á spildurnýggju og flottu ríðingarbreytini.

Borgarstjórin nevndi, at í kommununi hava tey fylgt spent við gongdini, eftir at býráðið játtaði felagnum stuðul til at útvega eina nýggja ríðingarbreyt í Havnardali, og til aðrar ábøtur, alt ætlanir, sum friðingarmyndugleikarnir góðtóku.

Borgarstjórin nevndi eisini, at felagið Føroyskt Íslandsrossafelag er skjótt 35 ára gamalt. Tey hava víst eitt ótrúligt framfýsni. Ikki bara hava tey bygt ríðingarbreyt, men eisini høll og fjós til eini hálvtannaðhundrað ross.

Felagið luttekur eisini regluliga í altjóða kappingum um alt Evropa og hevur tikið nógvar sigrar heim við til Føroya.

– Tí er tað ein ómetaliga stór gleði at koma niðan á Kráarheyg í dag og at síggja hetta ótrúliga flotta arbeiðið, og at uppliva, at nýggi kappingarvøllurin nú verður tikin í nýtslu. Her liggur eitt stórt sjálvboðið arbeiði aftanfyri, sum tit eiga stórt rós uppiborið fyri, segði borgarstjórin millum annað.

Borgarstjórin handaði Sedeu Bjarnadóttir Nolsø blómutyssi og so kliptu tey bæði snórin til breytina undir dúgligum lógvabrestum.

a man and woman holding a box

a group of people riding horses

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *