Heiðurstekin og starvsdagar á Havnarskrivstovuni

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 9 måneder ago
Updated 2023/05/25 at 11:31 AM

Í gjár var lítið hátíðarhald á Havnarskrivstovuni, har fleiri høvdu starvsdagar og Jógvan Páll Jensen og John Ove Hansen fingu heiðurslønir fyri ávíkavist 30 og 40 ára tænastu.

Borgarstjórin nevndi í røðu síni, at tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk sum hesi.

– Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hevur tað stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

– Eg fari at takka tykkum hjartaliga fyri tykkara stóra íkast og drúgvu tænastu fyri Havnina. Tórshavnar havn hevur altíð havt ein serligan leiklut í býráðnum. Eg haldi, at vit fyri nøkrum fáum árum síðani taldu, at fleiri enn 700 fólk høvdu sítt dagliga livibreyð av virkseminum í Tórshavnar havn.

– So tað er ikki smávegis týdning og ávirkan, eitt tílíkt arbeiðspláss hevur, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann nevndi øll tey, ið vórðu heiðrað.

Jonhard Jacobsen, 10 ára starvsdag:

– Jonhard byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn 23. Apríl 2012.

Jonhard er innføddur Argjamaður, ella neyvari ArgjaBOÐAmaður, har hann eisini býr í dag.

– Jonhard er settur sum arbeiðsmaður og røkir fleiri ymsar arbeiðsuppgávur hjá Tórshavnar havn. Tað er ikki yvir at dylja, at Jonhard er bráður av lyndi og altíð er nógv ferð á arbeiðnum og hann er altíð í gongd við okkurt, so nógv kemur burturúr.

– Høvuðsarbeiðsøkið er at taka sær av burturkastinum frá skipum og øðrum virksemi á havnarlagnum. Hetta er ein týdningarmikil uppgáva, tí tað er umráðandi at Tórshavnar havn veitir kundum sínum eina góða tænastu, samstundis sum burturkastið skal handfarast rætt sambært galdandi krøvum, til tess at verja umhvørvi.

– Sum skilst eru skipini sera væl nøgd við tænastuna tey fáa frá Jonhard.

– Av øðrum uppgávum hjá Johardi kann úr rúgvuni nevnast at røkja fendarar, sum t.d at hongja upp dekk fram við bryggjukantinum.

Eisini er Jonhard “trossamaður”, tvs bindir og loysir skip, tá ið tey koma og fara.

Tórleif Samuelsen, 10 ára starvsdag:

– Tórleif Samuelsen byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn 8. Oktober 2012. Tórleif var væl kendur í Tórshavnar havn, tí frammanundan hevði hann rikið útróðrarbát her í mong ár.

– Tórleif er settur sum arbeiðsmaður og hevur ymsar uppgávur hjá Tórshavnar havn. Ein av høvuðsuppgávunum er upprudding og reinhald, bæði á sjógvi og landi.

– Tórleif tekur sær m.a. av at halda hugnaliga økið í Vágsbotni, Skálatrøð og aðrastaðni við reint og ruddiligt, soleiðis at bæði bátaeigarar, útlendskir gestir og borgarar í býnum kunnu hava eina hugnaliga løtu í reinum umhvørvi í Vágsbotni.

– Væl man vera ruddað, tí fyri fáum døgum síðani hoyrdu vit rakstrarleiðaran á Strandaraskipum Landsins greiða frá í Kringvarpinum, at tað hendi alt ov ofta, at skipini hjá SSL fingu ymiskt burturkast um skrúvuna í øllum havnum, men tó allarminst í Tórshavnar havn, tí har hevur mann skipaðar mannagongdir fyri upprudding o.t.

– Av øðrum uppgávum hjá Tórleifi kunnu úr rúgvini nevnast ymiskt málaraarbeiði og annað smærri viðlíkahald, umframt at hann er “trossamaður”, tvs bindir og loysir skip, tá ið tey koma og fara.

Sigmund Norðfoss, 10 ára starvsdag.

– Sigmund byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn tann 1. Mars 2010. Sigmund varð settur sum havnaumsjónarmaður, sum eisini umfatar at verða loðsur.

– Í november 2016 fór Sigmund at royna okkurt annað, men hann fór tó ikki longri burtu,r enn at hann framvegis sá Havnaskrivstovuna hvønn dag í nýggja starvi sínum sum skipari á slepibátinum Samson hjá MEST. Sigmund kom aftur í starv hjá Tórshavnar havn í mai 2019.

– Høvuðsarbeiðsuppgávan hjá Sigmundi er at vera PFSO, ella “Havnaverndarleiðari” sambært altjóða ISPS koduni. Sigmund hevur sostatt ábyrgdina av, at Havnin livir upp til altjóða ISPS krøvini fyri havnir, og í hesum liggur stór ábyrgd og nógvar uppgávur. Livir Havnin ikki upp til krøvini, kann avleiðingin verða, at havnin verður stongd, og so verður svangligt í mongum heimi í Føroyum.

– Sigmund tekur sær eisini av bílegging frá ferðamannaskipum og teimum praktisku uppgávunum í sambandi við vitjanir frá ferðamannaskipum, og eisini tekur hann sær av at røkja heimasíðuna hjá Tórshavnar havn.

– Sigmund hevur sera stóran áhuga fyri øllum sum fyriferst í Tórshavnar havn, bæði í og uttanfyri arbeiðstíð, og tað er næstan ikki dagur, har ið ikki okkurt uppslag er á sosialu miðlunum við myndum av skipum og virksemi í Tórsahavnar havn.

Hallur Holm, 10 ára starvsdag.

– Hallur byrjaði sína yrkisleið í Tórshavnar kommunu á starvsfólkadeildini, har hann arbeiddi frá 15. juli 2001 til 1.November 2003, tá hann fór í annað starv í privata vinnulívinum. Hallur byrjaði í starvi hjá Tórshavnar havn 23.Februar 2015.

– Hallur er settur sum roknskaparfólk og høvuðsuppgávurnar eru sostatt at halda skil á peningaligu viðurskiftunum á Tórshavnar havn, herundir bókhaldi og roknskapi, umframt lønarviðurskiftunum, og har koma royndirnar frá starvsfólkadeildini hjá Tórshavnar kommunu honum væl við.

– Tórshavnar havn er vorðin ein stór fyritøka við umsetningi á omanfyri 75 mió kr, so her eru nógv skjøl at halda skil á, og tað verður gjørt við stórari ábyrgdarkenslu og dugnasemi.

– Sum flest øll vita, er Hallur sera íðin rennari og hevur fingið mong sera góð úrslit, serliga innan ultrarenning. Hetta ítrivið kemur eisini Tórshavnar havn tilgóðar, tá ið ið árliga FaroeExpress renningin verður hildin á havnalagnum, og síðsta ár var liðið hjá Tórshavnar fremst av øllum fyritøkunum á havnalagnum og fekk samanlagt eitt flott 14. Pláss av 161 liðum.

Sigga Nielsen, 20 ára starvsdag:
– Sigga byrjaði í starvi hjá Tórshavnar havn 5. august 2002.

Høvuðsarbeiðið hjá Siggu er umsiting av vørugjøldum, sum hon hevur røkt við ábyrgd og dugnaskapi øll árini umframt partar av bókhaldinum, serlig at avgreiða bankaflytingar.

– Sigga hevur harvið syrgt fyri, at Tórshavnar havn hevur fingið inn inntøkurnar frá vørugjøldum, sum er týðandi fortreyt fyri at havnin hevur kunnað ment seg til tað, havnin er í dag.

– Tórshavnar havn er eitt mannfólkasamfelag, í høvuðsheitum mannað við navigatørum, sum ofta hava havt eitt leiðandi arbeiði, áðrenn teir komu á havnarskrivstovuna.

– Tað hevur havt eina sera positiva ávirkan á arbeiðsplássið, at Sigga hevur hildið út at starvast millum øll mannfólkini, soleiðis at tær ymisku uppgávurnar eisini kunnu vinklast frá einum kvinnuligum sjónarhorni.

Bárður Michelsen20 ára starvsdag

– Bárður byrjaði í starvi hjá Tórshavnar kommunu 5. august 2001 á Teknisku deild og starvaðist millum annað á umhvørvisdeildini.

– Frá 23. august 2004 – 19. november 2017 arbeiddi Bárður á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, har hann bleiv stjóri. Hann var ein sera kreativur stjóri, góður at samstarva við og eitt satt álit hjá okkum á Vaglinum.

– Frá 20. november 2017 hevur Bárður arbeitt her hjá Tórshavnar havn. Eisini her hevur hann sýnt síni kreativu evni. Serliga hugsi eg um tað stóra granskingararbeiðið Bárður hevur gjørt í sambandi við markvirðið fyri larmi á keiøkjum, sum liggja til grund fyri felagskommunalu reglugerðini um óljóð frá skipum.

– Onkur tók til, at tað finst ikki eitt einasta decibel í landinum, sum Bárður ikki hevur granskað. Í løtuni er Bárður eisini okkara álit í Tórshavnar havn, her hann í løtuni er virkandi havnafúti. Og tí er onki at ivast í, at Tórshavnar havn er í tryggum hondum.

Jógvan Páll Jensen,

HEIÐURSTEKIN FYRI 30 ÁRA STARVSDAG

(30 ára starvsdagurin var tó hildin 17/2-2022):
– Jógvan Páll er klaksvíkingur, byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn 15. mai 1988, og hevur sostatt starvast í 35 ár hjá Tórshavnar havn. Høvuðsarbeiðið hjá Jógvan Páll var øll tey fyrstu árini at koyra kranan.

– Jógvan Páll er eisini navigatørur, og hevur hann tí eisini tikið nógvar vaktir sum havnaumsjónarmaður. Jógvan Páll er hegnismaður, sum tey siga hann hevur frá pápa sínum í Klaksvík. Høvuðsarbeiðsøkið hjá Jógvan Páll innan handverk, serliga timburarbeiði.

– Jógvan Páll hevur bæði í arbeiðstíðini og aftan á arbeiðstíð brúkt nógva tíð og orku upp á Westward Ho, sum er ogn hjá Tórshavnar kommunu.

– Hann hevur eitt serligt hegni til seglføring og sigling við seglum. Eisini hevur hann verið við í nógvum av teimum stóru umvælingunum, sum eru gjørdar seinastu árini, og hevur tann vegin stóra vitan um tær ymisku lutirnar umborð á sluppini.

John Ove Hansen,

HEIÐURSTEKIN FYRI 40 ÁRA STARVSDAG:

– John Ove byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn í 1977. Tá John bleiv settur í starv var hann settur sum kranaførari. Tá var nógv kranaarbeiði.  Bátar landaðu nógv til Bacalao, og tað vóru ikki nógvir kranar í økinum.

– Aftan á 10 ár valdi John at fara í annað starv á Arbeiðseftirlitinum, men í 1993, tá vóru eisini ringar tíðir, valdi John at koma aftur til tað trygga og góða arbeiðsplássið.

– Eitt skifti stóð John eisini fyri umsjónini við smábátunum.

– Nógv tey seinastu árini hevur John verið arbeiðsformaður fyri dagmennirnar og hevur m.a. staðið fyri umvælingum av ognunum hjá Tórshavnar havn, og hevur hann eitt framúr hegni at umvæla og finna upp á loysnir, serliga tá tað kemur til jarnsmíð.

Kelda & myndir: torshavn.fo

a group of people posing for a photo

a couple of men shaking hands

a couple of men shaking hands

a man holding a bouquet of flowers

a man holding a gift box next to a man holding a gift

a couple of men shaking hands

a couple of men shaking hands

a man holding a bouquet of flowers next to a man holding a bouquet of flowers

a man shaking another man's hand

a couple of men standing in front of a wall with pictures on it

a group of people standing together

a cake with blueberries and chocolate

a cake with a flag on top

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *