Home Fólk og Samfelag Skammfaring av seyði revsað við fongsli

Skammfaring av seyði revsað við fongsli

by Lagt út ÓML

Eystari Landsrættur hevur í dag sagt dóm í einum máli um skammfaring av seyði.

Ein maður var í Føroya Rætti í mai í ár dømdur fyri skammfaring av eini ær. Maðurin hevði svævað ærina uttan at hava nýtt nøktandi doyving áðrenn. Sambært djóravælferðarlógini er tað at meta sum skammfaring at svæva uttan nøktandi doyving áðrenn. 

Føroya Rættur gav manninum eina sekt fyri brotið. 

Ákæruvaldið kærdi málið til Eystara Landsrætt við pástandi um, at maðurin skuldi verða dømdur fongsulsrevsing fyri brotið. Ákæruvaldið gjørdi galdandi, at djóravælferðarlógin ikki heimilar sektarrevsing fyri skammfaring, og at maðurin tí skuldi dømast eina fongsulsrevsing. 

Landsrætturin tók undir við ákæruvaldinum og dømdi mannin 20 daga treytaða fongsulsrevsing. 

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More