Elsa Østergaard deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 uger ago
Updated 2022/11/09 at 11:38 PM

 Elsa Østergaard er sett sum deildarstjóri á Útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan útbúgvingarøkið og gransking, sum fevnir um alt frá dagstovni, fólkaskúla, miðnámi, hægri útbúgving, gransking v.m.

Elsa Østergaard er 46 ára gomul og útbúgvin cand. jur. í 2005 frá Århus Universitet, umframt at hava tikið grundleggjandi leiðsluskeið og Diplomútbúgving í leiðslu og onnur viðkomandi skeið. Hon hevur 16 ára royndir innan bæði føroyska og danska fyrisiting, harav 7 ára royndir sum fulltrúi í Innlendismálaráðnum, har hon m.a. hevur arbeitt við løgfrøði og ráðgivið leiðsluni. Í 2013 byrjaði Elsa Østergaard hjá Ríkisumboðnum, har hon enn er, og har hon síðstu árini hevur starvast sum ”høvuðsráðgevi” við leiðsluábyrgd, og har arbeiðið er fjølbroytt og m.a. fevnir um ymiskar løgfrøðiligar uppgávur.

Harumframt røkir Elsa Østergaard ymiskt nevndararbeiði, eitt nú var hon forkvinna í Kærunevndini fyri Lendismálum í nøkur ár, áðrenn henda var niðurløgd, hon er limur í Yvirfriðingarnevndini og ráðgevi fyri Norsk Veritas.

Elsa Østergaard tekur við starvinum tann 1. januar 2023.

Kelda og mynd: ummr.fo 9-11-2022

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *