Home Fólk og Samfelag Kvinnur dømdar 5 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain

Kvinnur dømdar 5 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain

by Lagt út ÓML

Fyri aðru ferð innan fyri ein mánað hevur Føroya Rættur sagt dóm í málið um smugling av stórari nøgd av kokaini.

Tvær kvinnur vóru í dag dømdar 5 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroyar. Kvinnurnar, sum eru ávikavist 41 og 31 ár og ríkisborgarar í Peru, komu til Føroyar við Norrønu í august í ár. Kvinnurnar vóru tiknar til síðis til kanningar av tollvaldinum og tað vísti seg, at onnur kvinnan hevði goymt kokain uppiá sær. Nærri kanningar vístu, at báðar kvinnurnar eisini smuglaðu kokain invortis. Samlaða vektin var uml. 794 gram.

Kvinnurnar hava verið varðhaldsfongslaðar, síðani tær komu til Føroya. 

Kokain verður vanliga flokkað sum eitt serliga vandamikið rúsevni. Prísurin á gøtuni í Føroyum er áleið 1.800-2.000 kr. pr. gram. Gongdin í løtuni er tann, at Føroya Politi hevur alsamt fleiri mál, sum snúgva seg um serliga vandamikil rúsevni, serliga kokain. Fleiri av teimum, sum smugla rúsevni til Føroya, eru útlendingar, sum annars ikki hava tilknýti til Føroya.

Av tí at talan var um uml. 800 gram av einum serliga vandamiklum rúsevni, legði ákæruvaldið upp til, at kvinnurnar skuldu revsast við 5 ára fongsulsrevsing, og at kvinnurnar harumframt skuldu útvísast úr Føroyum fyri alla tíð. 
 
Ein samdur dómsmansrættur dømdi kvinnurnar 5 ára treytaleysa fongsulsrevsing. Kvinnurnar blivu samstundis útvístar fyri alla tíð. Rætturin konfiskseraði kokainið. 
 
Verjarnir kærdu málið men góðtóku, at kvinnurnar skulu verða varðhaldsfongslaðar til málið verður viðgjørt í Landsrættinum. 
 
Ákæruvaldið fer nú at taka støðu til, um ákæruvaldið eisini skal kæra málið. 

Kelda: Føroya Politi

You may also like

Leave a Comment