onsdag, november 12, 2025
Home Tíðindir Eystari Landsrættur staðfesti dóm um neyðtøku

Eystari Landsrættur staðfesti dóm um neyðtøku

0 comments

Ein 19 ára gamal maður bleiv í Eystara Landsrætti fríggjadagin í síðstu viku dømdur fyri neyðtøku og fyri at misnýta annans sálarliga menningartarn.

Maðurin hevði yvir eitt longri tíðarskeið fleiri ferðir skaffað sær annað kynsligt samband enn samlegu við ein sálarliga menningartarnaðan mann.

Í heyst bleiv maðurin dømdur 10 mánaða fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Av teimum 10 mánaðunum vóru 3 mánaðir gjørdir treytaleysir. Aftrat treytaðu fongsulsrevsingini skal tann dømdi gera samfelagstænastu í 120 tímar.

Eystari Landsrættur staðfesti fríggjadagin dómin frá Føroya Rætti.

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein maður er dømdur fyri at neyðtaka ein annan mann.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira