By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
    • Fiski- & Alivinna
    • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • Útvaldar greinar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Høgni Hoydal spyr um royndarfiskiskap á Føroya Banka
Share
Notification Show More
Latest News
Alsamt fleiri limir í fólkakirkjuni
2 dage ago
Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum
4 dage ago
Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur
4 dage ago
Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn
4 dage ago
Góður gullaksatúrur
4 dage ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
    • Fiski- & Alivinna
    • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • Útvaldar greinar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Vinna & Samfelag > Fiski- & Alivinna > Høgni Hoydal spyr um royndarfiskiskap á Føroya Banka
Fiski- & AlivinnaPolitikkur

Høgni Hoydal spyr um royndarfiskiskap á Føroya Banka

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 10 måneder ago
Updated 2022/08/17 at 12:40 PM
Share
SHARE

Tingmaðurin og formaður í Tjoveldi og fyrrverðandi fiskimálaráðharri Høgni Hoydal setur fleiri viðkomandi spurningar eitt nú: Hvør er ítøkiliga lógarheimildin til, at landsstýrismaðurin hevur býtt dagar til royndarfiskiskap á Føroyabanka til fiskifør, sum ikki brúka dagarnar, men selja teir víðari?

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum skal svara fyrispurninginum um heimildir, býti, fiskiskap og keyp/sølu í samabandi við royndarfiskiskap á Føroyabanka

Spurningar:

  • 1.Hvør er ítøkiliga lógarheimildin til, at landsstýrismaðurin hevur býtt dagar til royndarfiskiskap á Føroyabanka til fiskifør, sum ikki brúka dagarnar, men selja teir víðari?
  • 2.Hvør er sakliga grundgevingin fyri, at landsstýrismaðurin gekk ímóti vísindaliga tilmælinum frá Havstovuni og hækkaði tilmælta fiskidagatalið?
  • 3.Hvør er sakliga grundgevingin og líkareglan í avgerðini um, at landsstýrismaðurin ásetti 150 fiskidagar til línuskipini í bólki 3 og 150 fiskidagar til útróðrarbátarnar í bólki 4, men bert 30 dagar til smærru útróðrarbátarnar í bólki 5 (sum høvdu havt 30 dagar í fleiri ár frammanundan)?
  • 4.Hvørji ítøkilig fiskifør í bólki 3 og bólki 4 hava fingið fiskidagar á Føroyabanka í 2022, og hvussu nógvar fiskidagar hevur hvørt fiskifar fingið, og hvussu nógvar fiskidagar hava tey brúkt?
  • 5.Hvørji av hesum hava verið til fiskiskap seinasta árið og lúka treytirnar í sjófeingislógini um at vera skrásett, hava siglingarloyvi, veiðiloyvi og fiskiloyvi?
  • 6.Hvussu nógvir fiskidagar eru avhendaðir og seldir millum fiskiførini, og ítøkiliga frá hvørjum fiskifari til hvat fiskifar og fyri hvussu nógvan pening?

Viðmerkingar:

Í apríl mánaði í ár boðaði landsstýrismaðurin frá, at royndarfiskiskapur skuldi økjast á Føroyabanka í eini serskipan. Í kunngerð varð ásett, at 150 dagar skuldu útskrivast til fiskifør í bólki 3 (línuskip), 150 dagar til bólk 4 (útróðrarbátar), meðan smærri útróðrarbátarnir í bólki 5 fingu 30 dagar – sama fiskidagatal, ið teir høvdu havt í mong ár frammanundan. Eisini varð ásett, at fiskidagarnir í bólki 3 og 4 vórðu býttir út á fiskiførini í hesum bólkum, men kundu avhendast. Tí verður spurt, við hvørjari heimild hetta varð gjørt, og hvørjar sakligar grundgevingar og viging av líkaregluni í fyrisitingarrættinum lógu til grund fyri at ganga ímóti vísindaligu tilmælunum frá Havstovuni og at gera eitt slíkt býti millum bólkar og eigarar av fiskiførum í húkafiskiskapi.  
 
Eisini verður spurt, hvørji fiskifør hava fingið útskrivað fiskidagar, um tey eru í vinnu og lúka treytirnar, og hvør veruliga hevur fiskað – harundir hvørjir fiskidagar eru avhendaðir/seldir ímillum.

You Might Also Like

Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

Góður gullaksatúrur

Udkast til en moderne sikkerheds- og forsvarspolitik for de nordiske lande, med analyse af energimarkedet:

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

Fyri allar gávur lær at siga takk

Lagt út ÓML august 17, 2022
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article 4 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing og útvísing
Next Article Fiskimálaráðharrin svarar fyrispurningi um Føroya Banka
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

4 dage ago

Góður gullaksatúrur

4 dage ago

Udkast til en moderne sikkerheds- og forsvarspolitik for de nordiske lande, med analyse af energimarkedet:

2 uger ago

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

2 uger ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?