Fiskiskapur á Føroya Banka 2022
Svar til fyrispurning 52-008/2022 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um fiskiskap á
Føroyabanka
Spurningar:
Kelda:logting.fo 17 august 2022
- Hvør er ítøkiliga lógarheimildin til, at landsstýrismaðurin hevur býtt dagar til
royndarfiskiskap á Føroyabanka til fiskifør, sum ikki brúka dagarnar, men selja teir
víðari? - Hvør er sakliga grundgevingin fyri, at landsstýrismaðurin gekk ímóti vísindaliga
tilmælinum frá Havstovuni og hækkaði tilmælta fiskidagatalið? - Hvør er sakliga grundgevingin og líkareglan í avgerðini um, at landsstýrismaðurin ásetti
150 fiskidagar til línuskipini í bólki 3 og 150 fiskidagar til útróðrarbátarnar í bólki 4,
men bert 30 dagar til smærru útróðrarbátarnar í bólki 5 (sum høvdu havt 30 dagar í
fleiri ár frammanundan)? - Hvørji ítøkilig fiskifør í bólki 3 og bólki 4 hava fingið fiskidagar á Føroyabanka í 2022,
og hvussu nógvar fiskidagar hevur hvørt fiskifar fingið, og hvussu nógvar fiskidagar
hava tey brúkt? - Hvørji av hesum hava verið til fiskiskap seinasta árið og lúka treytirnar í
sjófeingislógini um at vera skrásett, hava siglingarloyvi, veiðiloyvi og fiskiloyvi? - Hvussu nógvir fiskidagar eru avhendaðir og seldir millum fiskiførini, og ítøkiliga frá
hvørjum fiskifari til hvat fiskifar og fyri hvussu nógvan pening?
Svar:
Til nr. 1.
Fiskidagaskipanin í veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022 er gjørd við heimild í grein 22,
stk. 1 og stk. 2 í sjófeingislógini. Har er ásett, at fyri annan fiskiskap í føroyskum sjógvi, enn
fiskidagaskipanin í grein 18 í lógini, kann landsstýrismaðurin áseta kvotuskipan,
fiskidagaskipan ella aðra skipan og nærri reglur um atgongd, býti av tøkum fiskimøguleikum
millum bólkar av fiskiførum, einstøk fiskifør og veiðihættir, og hvussu fiskiskapurin skal fara
fram. Í grein 22, stk. 2 er heimild at áseta nærri reglur um at skipa fiskiskapin eftir botnfiski á
Føroyabanka, og um hvørjir bólkar av fiskiførum ella veiðihættir kunnu gerast partur av
skipanini.
FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/7
Gerast skal vart við, at nevndu lógarheimildir snúgva seg um vanligan vinnuligan fiskiskap.
Royndarfiskiskapur verður skipaður við heimild í grein 50 í sjófeingislógini.
Eftir lýstu kunngerðini um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í
2022 kann hvørt línuskip yvir 110 tons royna í 8 fiskidagar, og hvør útróðrarbátur 15-110 tons
kann royna í 8 fiskidagar. Útróðrarbátar undir 15 tons hava 30 felagsdagar.
Fyri at hava eina smidliga skipan, sum stuðlar upp undir skynsama gagnnýtlsu av
fiskidøgunum hjá línuskipum og størru útróðrarbátunum, kunnu loyvishavarar avhenda
fiskidagar sínámillum í bólkinum í 2022. Línuskip kunnu avhenda til onnur línuskip í
bólkinum, og størri útróðrarbátar kunnu avhenda fiskidagar sínámillum. Hetta er sama
meginregla, ið er galdandi fyri onnur eginrættindi, sum verða latin undir verandi lóg.
Til nr. 2.
Síðani 2010 hevur á hvørjum ári verið loyvt útróðrarbátum at reka vinnuligan fiskiskap við
snellu, snøri ella tráðu á Føroyabanka í avmarkað dagatal. Hetta hevur verið gjørt hóast
Havstovan hevur mælt frá øllum vinnuligum fiskiskapi, tí toskurin hevur verið so illa fyri.
Í 2022 er tilmæli frá Havstovuni øðrvísi, tí nú mælir Havstovan til, at latið verður upp fyri
vinnuligum fiskiskapi við línu, og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans.
Kunngerðin um veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022 leggur upp til, at hvørt línuskip yvir
110 tons kann royna í 8 fiskidagar, og hvør útróðrarbátur 15-110 tons kann royna í 8 dagar.
Útróðrarbátar undir 15 tons hava 30 felagsdagar. Samanlagt er talan um áleið 330 fiskidagar,
sum er nakað meira enn Havstovan mælir til. Mett varð kortini ikki, at ein við hesum gongur
stovninum á Føroyabanka ov nær. Nú latið er upp fyri veiðu við línu, hevur dentur alla tíðina
verið lagdur á varsemi, og at talan er um eina tíðaravmarkaða serskipan, sum bert er galdandi í
2022.
Í sambandi við ásetta fiskidagatalið kann annars upplýsast, at fiskidagabrúkið á Bankanum í
2022 verður gjørt upp sambært grein 2, nr. 10 í sjófeingisslógini. Hetta ber í sær, at ein
fiskidagur hjá línuskipum og útróðrarbátum 15-110 tons er hvørjar 24 tímar, fiskifarið hevur
verið til fiskiskap. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá farið verður úr havn, og at enda tá
komið er aftur í havn. Sostatt telur sigling til og frá Bankanum við í fiskidagatalinum.
Fyri útróðrarbátar undir 15 tons telur hvør túrur ein fiskidag, hóast túrurin er longri enn 24
tímar, tað vil siga, at hvør avreiðing hjá útróðrarbáti undir 15 tons telur ein fiskidag.
Til nr. 3.
Í kunngerðini um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022 er
fiskidagaskipan við trimum bólkum av fiskiførum:
FISKIMÁLARÁÐIÐ 3/7
Fiskifør, sum í 2022 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, línuskip yvir 110 tons, kunnu royna við línu. Hvørt fiskifar fær 8 fiskidagar.
Fiskifør, sum í 2022 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4, útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu, kunnu royna við línu ella snellu. Hvørt fiskifar fær 8 fiskidagar.
Fiskifør, sum í 2022 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu við húki, kunnu royna við línu, snellu, snøri ella tráðu í samanlagt 30 fiskidagar.
Við hesum eru samanlagt áleið 330 fiskidagar tøkir á Bankanum í 2022. Ítøkiliga verða 310 dagar uttan tilsagnir íroknað; við tilsagnum verða dagarnir 366.
Ásetingin av fiskidagatalinum og býtið millum bólkarnar byggir á eina heildarmeting, har dentur er lagdur á stovnsrøkt og varsemi, men samstundis at hava eina skipan, sum kann vera grundarlag undir vinnuligari veiðu eftir botnfiski á Bankanum í 2022. Í metingini hevur eisini verið hugt at, hvussu nógv smærru útróðrarbátarnir hava gagnnýtt fiskimøguleikarnar á Bankanum árini síðani 2010.
Til nr 4.
Sambært §§ 3 og 4 í kunngerð nr. 54 frá 26. apríl 2022 um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022, kunnu fiskifør, sum í 2022 hava rætt rætt til fiskidagar í bólki 3 og 4, sambært § 18, stk. 1, nr. 2 og 3 í løgtingslóg um sjófeingi, royna við línu, ávikavist línu ella snellu á Føroyabanka í 2022. Hvørt fiskifar fær 8 fiskidagar.
Fylgjandi yvirlit vísa tey fiskifør ið hava fingið tillutað fiskidagar í bólki 3 og bólki 4, tal av fiskidøgum og tal av brúktum fiskidøgum.
Fiskimálaráðið
Gerast skal vart við, at nevndu lógarheimildir snúgva seg um vanligan vinnuligan fiskiskap. Royndarfiskiskapur verður skipaður við heimild í grein 50 í sjófeingislógini.
Eftir lýstu kunngerðini um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022 kann hvørt línuskip yvir 110 tons royna í 8fiskidagar,og hvør útróðrarbátur 15-110 tons kann royna í 8 fiskidagar.
Útróðrarbátar undir 15 tons hava 30 felagsdagar. Fyri at hava eina smidliga skipan, sum stuðlar upp undir skynsama gagnnýtlsu av fiskidøgunum hjá línuskipum og størru útróðrarbátunum, kunnu loyvishavarar avhenda fiskidagar sínámillum í bólkinum í 2022.
Línuskip kunnu avhenda til onnur línuskip í bólkinum, og størriútróðrarbátarkunnu avhenda fiskidagar sínámillum. Hetta er sama meginregla, ið er galdandi fyri onnur eginrættindi, sum verða latin undir verandi lóg.
Til nr.2.
Síðani 2010 hevur á hvørjum ári verið loyvt útróðrarbátum at reka vinnuligan fiskiskap við snellu, snøri ella tráðu á Føroyabanka í avmarkað dagatal. Hetta hevur verið gjørt hóast Havstovan hevur mælt frá øllum vinnuligum fiskiskapi, tí toskurin hevur verið so illa fyri.
Í 2022 er tilmæli frá Havstovuni øðrvísi, tí nú mælir Havstovan til, at latið verður upp fyri vinnuligum fiskiskapi við línu, og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans. Kunngerðin um veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022 leggur upp til, at hvørt línuskip yvir 110 tons kann royna í 8 fiskidagar, og hvør útróðrarbátur 15-110 tons kann royna í 8 dagar.
Útróðrarbátar undir 15 tons hava 30 felagsdagar. Samanlagt er talan umáleið 330 fiskidagar, sum er nakað meira enn Havstovan mælir til. Mett varð kortini ikki, at ein við hesum gongur stovninum á Føroyabanka ov nær.
Nú latið er upp fyri veiðu við línu, hevur dentur alla tíðina verið lagdur á varsemi, og at talan er um eina tíðaravmarkaða serskipan, sum bert er galdandi í 2022. Í sambandi við ásetta fiskidagatalið kann annars upplýsast, at fiskidagabrúkið á Bankanum í 2022 verður gjørt upp sambært grein 2, nr. 10 í sjófeingisslógini. Hetta ber í sær, at ein fiskidagur hjá línuskipum og útróðrarbátum 15-110 tons er hvørjar 24tímar, fiskifarið hevur verið til fiskiskap. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá farið verður úr havn, og at enda tá komið er aftur í havn. Sostatt telur sigling til og frá Bankanum við í fiskidagatalinum.
Fyri útróðrarbátar undir 15 tons telur hvør túrur ein fiskidag, hóast túrurin er longri enn 24 tímar, tað vil siga, at hvør avreiðing hjá útróðrarbáti undir 15 tons telur ein fiskidag.
Til nr. 3.Í kunngerðini um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022 er fiskidagaskipan við trimum bólkum av fiskiførum:
inn her
FISKIMÁLARÁÐIÐ3/7
Fiskifør, sum í 2022 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, línuskip yvir 110 tons, kunnu royna við línu.
Hvørt fiskifar fær 8 fiskidagar.
Fiskifør, sum í 2022 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4, útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu, kunnu royna við línu ella snellu. Hvørt fiskifar fær 8 fiskidagar.
Fiskifør, sum í 2022 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu við húki, kunnu royna við línu, snellu, snøri ella tráðu í samanlagt 30 fiskidagar.Við hesum eru samanlagt áleið 330 fiskidagar tøkir á Bankanum í 2022.Ítøkiliga verða 310 dagar uttan tilsagnir íroknað; við tilsagnum verða dagarnir 366.
Ásetingin av fiskidagatalinumog býtið millum bólkarnar byggir á eina heildarmeting, har dentur er lagdur á stovnsrøkt og varsemi, men samstundis at hava eina skipan, sum kann vera grundarlag undir vinnuligari veiðu eftir botnfiski á Bankanum í 2022.
Í metingini hevur eisini verið hugt at, hvussu nógv smærru útróðrarbátarnir hava gagnnýtt fiskimøguleikarnar á Bankanum árini síðani 2010.Til nr4.Sambært §§ 3 og 4 í kunngerð nr. 54 frá 26. apríl 2022 um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022, kunnu fiskifør, sum í 2022 hava rætt rætt til fiskidagar í bólki 3 og 4, sambært § 18, stk. 1, nr. 2 og 3 í løgtingslóg um sjófeingi, royna við línu, ávikavist línu ella snellu á Føroyabanka í 2022. Hvørt fiskifar fær 8 fiskidagar.Fylgjandi yvirlit vísa tey fiskifør ið hava fingið tillutað fiskidagar í bólki 3 og bólki 4, tal av fiskidøgum og tal av brúktum fiskidøgunum.
Til nr. 5.
Fylgjandi fiskifør hava verið til fiskiskap seinasta árið og lúka treytirnar í § 4 og § 5, stk 1 í sjófeingislógini. (um at verða skrásett, hava siglingarloyvi, veiðiloyvi og fiskiloyvi).
Bólkur 3:
Borðoyarnes, XPPE – Veiðiloyvi nr. 2042
Eivind, XPQE – Veiðiloyvi nr. 2031
Havbúgvin, XPYL – Veiðiloyvi nr. 2122
Jákup B, XPPR – Veiðiloyvi nr. 2098
Jógvan I, OW 2049 – Veiðiloyvi nr. 2043
Kambur, OW 2115 – Veiðiloyvi nr. 2033
Klakkur, OW 2046 – Veiðiloyvi nr. 2100
Kvikk, OW2426 – Veiðiloyvi nr. 2034
Núpur, XPZB – Veiðiloyvi nr. 2035
Pison, OW2132 – Veiðiloyvir nr. 2109
Polarstjørnan, OW2319 – Veiðiloyvi nr. 2030
Sandshavið/Sandsvág, OW2435 – Veiðiloyvi nr. 2037
Stapin, OW2065 – Veiðiloyvi nr. 2039
Túgvusteinur, XPZH – Veiðiloyvi nr. 2120
Váðasteinur, OW2185 – Veiðiloyvi nr. 2040
Vesturhavið, OW2009 – Veiðiloyvi 2101
Bólkur 4:
Anru, XPSI – Veiðiloyvi nr. 2075
Bragd, OW 2262 – Veiðiloyvi nr. 2045
Brandur, OW 2198 – Veiðiloyvi nr. 2046
Fagranes, OW 2327 Veiðiloyvi nr. 2047
Fiskivarði, OW 2366 – Veiðiloyvi nr. 2053
Gudrun, XPVY – Veiðiloyvi nr. 2059
Kallanes, OW 2027 – Veiðiloyvi nr. 2072
Líðhamar, XPTR – Veiðiloyvi nr. 2099
Morgunroðin, OW 2025 – Veiðiloyvi nr. 2056
Norðsøki, XPUF – Veiðiloyvi nr. 2076
Sandra, OW 2008 – Veiðiloyvi nr. 2078
Sævarenni, OW 2077 – Veiðiloyvi nr. 2044
Volunteer, OW 2279 – Veiðiloyvi nr. 2080
Til nr. 6 mynd