Tórshavnar kommuna lýsir við hesum trý øki omanfyri Argjahamar til sølu til bygging av ávikavist íbúðum og raðhúsum. Freistin at lata inn tilboð uppá lendini er 25. oktober 2023 klokkan 12.
Savnsmynd 24.fo
Tórshavnar kommuna hevur ment eina heildarætlan fyri part av matrikkul 256 oman fyri Argjahamar, og í vár beyð Tórshavnar kommuna fyrsta økið út til bygging av íbúðarhúsum, í summar bleiv næsta økið boðið út til bygging av íbúðarhúsum við vinnuligum virksemi í niðaru hæddunum og nú verður farið undir at bjóða trý øki út afturat. Talan er um øki 6.1 til íbúðarbygging og økini 5.1 og 5.2 til raðhúsabygging.
Les meira um økini og útboðið á síðu okkara um útboð í kommununi: