Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Móttøka av M/S Bakkafossi

Móttøka av M/S Bakkafossi

0 comments

05.01.2023

Leygardagin 7. januar 2023 verður skipað fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost, M/S Bakkafossur, kemur á Glyvrar. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, tónleiki og ábiti, og møguleiki verður at vitja umborð umframt at vitja virkið og høvuðssætið hjá Bakkafrost. Bakkafrost sigur í skrivinum at øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.

Hátíðarhaldið byrjar við, at skipið verður doypt. Síðani verður móttøka við røðum og tónleikaframførslum innandura í hølum hjá Bakkafrost á bryggjuni.

Skráin fyri móttøkuni er soleiðis:

12:30                    Bakkafossur leggur at. Fýrverk á bryggjuni

13:00                    Skipið verður doypt

13:05 – 14:00        Móttøka innandura á bryggjuni á Glyvrum við røðum og tónleikaframførslum

14:00 – 16:00        Opið skip umborð á M/S Bakkafossi / Opið hús á høvuðssætinum hjá
                              Bakkafrost við ábiti

Øll eru hjartaliga vælkomin!

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More