Home Fólk og Frítíð 17 pør spældu við í FM kappingini fyri pør. Spælt var í Bridgehúsinum fríggjakvøldið og leygardagin 28. og 29. apríl. Spæld vóru tilsamans 85 spøl.

17 pør spældu við í FM kappingini fyri pør. Spælt var í Bridgehúsinum fríggjakvøldið og leygardagin 28. og 29. apríl. Spæld vóru tilsamans 85 spøl.

by Lagt út ÓML

 

GULL: ÁRNI M. DAM OG DÁNJAL PAULI MOHR

Árni og Balli lógu gjøgnum kappingina alla tíðina millum 5 tey fremstu pørini og vóru avgørt eitt av pørunum, sum fólk undan kappingini mettu sum favorittar. Eftir fyrsta umfar lógu teir fremst og ikki fyrr enn í 17. og síðsta umfari trokaðu teir seg aftur upp á fyrsta plássið.

GULL: ÁRNI M. DAM OG DÁNJAL PAULI MOHR

 

SILVUR: PER KALLSBERG OG JÓANNES MOURITSEN

Per og Jóannes byrjaðu ikki kappingina væl og lógu leingi millum tey aftastu pørini, men við einum góðum endabresti eydnaðist teimum at taka silvurmerkini.

 

BRONSU: ARNE MIKKELSEN OG BOGI SIMONSEN

Arne og Bogi hava verið makkarar í fleiri áratíggju og hava saman vunnið ymsar FM kappingar óteljandi ferðir. Eisini teir taldust millum favorittarnar og lógu sum nr 1 heilt frá 2. til 16. umfar. Ikki fyrr enn í allarsíðsta umfari mistu teir bæði gull og silvurmerkini og máttu hendan dagin lata sær lynda við bronsu.

Úrslit og spøl frá FM fyri pør

Kelda og myndir: bridge.fo

You may also like

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More