Moralurin hjá Jenis

Lesarabræv "Hevði Jenis gjørt sína skyldu í Landsstýrinum, so hevði hann spurt, okkara vegna, hví ongin tosar um frið. Og so hevði hann eisini spurt okkara vegna um tað er moralskt rætt hjá okkum vestanfyri at biðja Ukrainar ofra síni egnu til onga nyttu."

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 11 måneder ago
Updated 2023/06/20 at 11:37 PM

Í Mai 2021 bumbaði Ísrael 40 skúlar og 4 sjúkrahús og annað við í eina viku. Palistinar bumbaðu íÍsrael. Tað doyðu 63 børn í Gaza og 2 í Ísrael! Og Jenis opnar eina sendistovu í Ísrael.

Hetta er ein viðmerking til Jenis av Rana. Kjak var á Facebook, og er hetta víðari frá tí. Hetta er ov
langt til Facebook.

24 februar 2022 var Jenis uttanríkisráðharri. Tí var uppgáva hansara at umboða føroya fólk. Jenis
upplýsur at hansara støða hevur verið greið síðan tá.

At hava greiða støðu uttan neyðugar upplýsingar er at svíkja Føroya fólk. Jenis hevur hvørki tá ella síðan lagt nakrar upplýsingar fram, sum ein landsstýrismaður eigur at gera.

Sum uttanríkisráðharri var tað plikt hjá Jenis at útvega hesar upplýsingar til føroya fólk. Í staðin valdi Jenis at spæla upp á kenslur. Roknast má við at tað er gjørt fyri at fáa atkvøður til sín sjálvs.

Í trongdini at tekkjast veljarum valdi Jenis at kappast við andstøðuna um at boykotta. Og framvegis hevur Jenis somu støðu.

Men Jenis hevur ongar upplýsingar at taka støðu út frá. Tað eru ongar upplýsingar yvirhøvur. Síðan á jólum er tað sjálvandi Høgni Hoydal, sum røkir uppgávuna, sum Jenis einaferð røkti. Og har eru ongar upplýsingar. Alt er so loyniligt. Tað tolir helst ikki dagsins ljós.
Politikarar vita so lítið, men hava so greiðar meiningar, at almennar upplýsingar eru skaðligir fyri
politikararnar.
Sostatt tók Jenis eina støðu, sum politiskt fyri Jenis loysti seg. Í samband við lóggávu um boycott í
2022 staðfesti samgongan at teir høvdu ikki álit á Jenis av Rana. Andstøðan tá, tykist heldur ikki hava álit á Jenis.
Um eg ikki minnist skeivt, so var Jenis í samgongu, fyri 20 árum síðan, tá Føroyar ikki vildu avtaka deyðarevsing í krígstíð við tí úrslitið at Danmark tók okkum av ræði.
Jenis tosar um at taka synd í fólkinum í Ukraina og at hjálpa. Men Jenis ger onki fyri at hjálpa.
Tað hann hevur roynt at argumentera fyri, er til skaða fyri fólki í Ukraina, tó at tað helst gevur
atkvøður í Føroyum. Tað hevði Jenis vita, um hann, umframt at fiska atkvøður í elendigheitini hjá
Ukrainum, eisini hevði gjørt tað hann átti at gera.
Men tá hevði hann samstundis avdúka fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at tað hann hevur gjørt, er fyri atkvøður, og ikki av miskunsemi.
Støðan í Ukraina er ring. Russland hevur kjarnorkuvápn. 3 ferðir so stóran her sum Ukraina og 5-10 ferðir so nógvar bumbur og 50 ferðir so nógvar flúgvarar. Úrslitið av hesum kríggi er givið
frammanundan.
Tí er tað villeiðing móti betrivitan tá okkara tosa um at kríggja seg til eina betri samráðingarstøðu.
Tað kostar ukrainum 3-500 mannalív um dagin. Hetta hevði Jenis vita, um hann røkti sítt
ministarastarv og hugsaði minni um lætt tjentar atkvøður.
Sjálvanadi skulu vit ikki ábyrgda Jenis fyri at fólk doyggja í Ukraina. Men vit kunnu staðfesta, at Jenis onki hevur gjørt fyri at hjálpa.

Hevði Jenis røkt sítt starv til lítar, so hevði Jenis fingið at vita, at londini ikki stuðla Ukraina. Londini selja Ukraina vápn. USA eftir somu lóg sum undir seinna heimsbardaga. Jenis hevði tá vita, at lond tøma gamlar goymslur og senda rokningina til Ukraina! Russar visa myndir av rakettum, har seinasta brúksdato er meira enn 20 ár síðan. Krút eins og fýrverk, hevur avmarkaða livitíð.
Jenis hevði eisini vita, at Zelinsky lá lágt í meiningskanningum og hevði als ikki verið afturvaldur um onki kríggj var. Jenis hevði eisini vita, at endar kríggi nú, so verður Zelinsky sannlíkt avrættaður av sínum egnu.
Jenis hevði eisini vita, at USA, Bretland og Zelinsky hava ikki ráð til at samráðast um frið, um tað sær út sum teir hava tapt. Jenis hevði eisini vita at tá Stoltenberg tosar um at Russland ikki má vinna, so er tað tí at hesi somu umframt Stoltenberg, sum hava vassa djúpt og ikki tora at gevast.
Jenis hevði eisini vita, at Naftali Bennet segði at avtalan var næstan komin í lag, tá Boris Johnson fór til Ukraina og noktaði Zelinsky at gera avtalu.
Jenis hevði eisini, um hann røkti sítt ministara arbeiði til lítar kunna vátta, at nógvir 100.000 ukrainar eru deyðir. Og Jenis hevði eisini vita, at higartil eru færri civilfólk deyð, í kríggi enn tað doyðu í borgarakríggi frammanundan 24 februar 2022.
Sostatt eru tað vit, sum hava lokka Ukraina at kríggjast víðari. Men vit geva teimum ongi vápn sum muna. So Jenis, tú og danska stjórnin hava lokka Ukrainar at berjast víðari, men tit noktaðu teimum vápn. Tí vinna Russar og tí doyggja nógvir ukrainar til onga nyttu. Tú eigur ikki ábyrgdina. Men tú gjørdi ikki tað tú kundi og tú røkti ikki føroysk áhugamál.
Ætlað boycott gevur Russum fleiri pengar og fleiri ukrainar doyggja
Í stuttum merkir ætlaða boykotti: Russlandi fær meira pengar. Nøkur føroysk reiðarí missa pengar.
Umleið 500-1.000 føroyingar missa arbeiði. Landskassin missur fleiri 100 milliónir. Kommunurnar missa minst 150 milliónir. Tey í Afrika missa 100.000 tons av mati, sum tey ikki hava ráð at keypa aðrastaðni og tí fara fólk í Afrika at doyggja í hungri.
Og alt fyri atkvøður. Onki sakligt argument. Ongar upplýsingar yvirhøvur!
Fyri Ukraina merkir tað at kríggi heldur á longri enn annars og at fleiri fólk í Ukraina doyggja. Og tað doyggja fleiri 100 ukrainar hvønn einasta dag. Og nú Ukrainar royna at leypa á er talið millum 500 og 1000 deyðir ukrainar dagliga.
Hetta Jenis, er ein sjúklig tankagongd. Tit hava ongar upplýsingar. Tit vilja ikki hava upplýsingar. Tit ynskja bara málið samtykt. Og tá Løgmaður so gevur skeivar upplýsingar, so heldur tú at tað ger onki og at onki er at bíða við.
Logiska niðurstøðan av hesum má verða, at tað gjørt verður, er fyri atkvøður.
Hetta hevði ikki hent, um Jenis gjørdi sína skyldu og kannaði tað sum kannast skuldi. Av tí at Jenis ikki gjørdi sína skyldu, leyp táverðandi andstøða á bláman, fyri at skapa splid í samgonguni. Úrslitið er at Løgmaður, enn tann dag í dag ikki veit, hvi hann vil hava boycott og síðan sigur hann fyrst ósætt og síðan leverar hann lodrættar lygnir. Og sum rosinan í pylsuendanum forsvarar Jenis Løgmann.
Tað er trupult at vinna sær sess í himmiríki og á løgtingi samstundis. Tað er sum hjá Ferðslutrygd. Annahvørt, ikki bæði!

Tá Ísrael bumbaði skúlar

Um vit venda aftur til bumbur og deyð børn, so er orsøkin til at Ísrael bumbar skúlar at Palistinar goyma vápn í skúlunum. Ísrael sigur frá fyrst og bumbar síðan. Eisini um Palistinar lata verða við at fortelja børnum at Ísrael fer at bumba skúlan.
Í Mai 2021 bumbaði Ísrael 50 skúlar í eina viku. Palistinar bumbaðu tveir í Ísrael. Tað doyðu 63 børn í Gaza og 2 í Ísrael! Hetta hendi meðan vit fyrireikaðu ambassadu í Ísrael, uttan at Jensi segði nakað.


Ambassadan lat upp aftaná at kríggi í Ukraina byrjaði.


Í Ukraina kríggjast teir millum civilfólk. Tað er ólógligt at goyma seg millum civilfólk. Tað er eisini ólógligt at goyma vápn millum civilfólk. Tað er krígsbrotsverk at krógva seg aftanfyri civilfólk. Tað er ikki krígsbrotsverk at skjóta eftir teimum sum krógva seg millum civilfólk, sjálvt um civilfólk doyggja.
https://en.wikipedia.org/wiki/2021_Israel%E2%80%93Palestine_crisis#:~:text=Israel%20then%20began%20a%20campaign,the%20al%2DShati%20refugee%20camp.

Ber illa til at siga hvør byrjar eitt kríggj

Tað doyðu fleiri civilfólk í borgarakrígnum frá 2014-2022 enn tað eru deyð síðan 24 februar 2022. Tá segði Jenis onki. Heilar bygdir blivu bombaðar tómar og ongin segði nakað. Síðan 2014 hava Ukrainar roynt at gjørt av við 1000 ára gomlu ortodoksu kirkjuna, men Jenis segði onki. Ukraina er
antisemittskt og tað hevur tað verði í nógv 100 ár. Teir drupu fleiri 10.000 jødar í 1650. Teir drupu
fleiri 100.000 jødar umleið 1920. Undir seinna heimsbardaga doyðu 1,5 mió. Jødar í Ukraina.
Stefan Bandera er høgt í metum enn í dag. Herovastin postaði mynd av Bandera tá hann hevði
føðingardag. Sendimaðurin í Týsklandi forsvaraði hann í Týskum sjónvarpi. Polakkar minnast Bandera sum hann sum avrættaði 130.000 polakkar og jødar í Volyn undir seinna heimsbardaga.
Hetta eru teir sum stýra Ukraina í dag. Frá 2014-2022 doyðu 14.000 fólk í borgarakríggi, harav 10.000 russiskir ukrainar.
Eitt er at vit ynskja at stuðla hesum antisemittum. Men hesir gera tað eisini trupult at gera
friðaravtalur. Teir hava ikki áhuga í friði. Tað broytir onki at Zelinsky hevur jødiskt foreldur. Hann var fíggjaður av Kolomoysky, men teir eru ikki vinir longur. Tí er Zelinsky søga, um Ukraina ikki vinnur kríggi. Hesir antisemittar hava onki ímóti at avrætta Zelinsky.
Tað blivu gjørdar tvær Minsk friðaravtalur. Porochenku, sum var presidentur, Angela Merkel og
Francois Hollande hava øll trý vátta, at avtalan bara var fyri at geva Ukraina tíð at styrkja herin.
Porochenku hevur seinastu dagarnar fortalt hvussu hann gjørdi tað. Tað ger tað sjálvandi trupult at gera eina nýggja avtalu við Russland.
Í 2021 samtykti parlamenti í Ukraina at leggja Donbas og Krim undir Ukraina, við hermegi um
neyðugt. Aftaná byrja Ukraina og Russland at flyta herfólk tann vegin.
Eina viku áðrenn Russland gjørdi innrás øktist talið av brotum á friðaravtaluna rættuliga skjótt og
nógv. 1500 brot ein dag, talt av OSCE, sum hevði væl av fólki á staðnum og rapporteraði á netinum
hvønn dag.
Tað er upptøka, sum var í miðlunum í 2014 har Victoria Nuland, tosar við amerikanska ambassadørin í Kiew, um at skifta president í Ukraina og hvør er frægastur at seta í staðin og at tað var avstemma við Joe Biden, sum sjálvandi avstemmaði við Obama og Hillary.
Hvør byrjaði og hvør gjørdi hvat er tí ov býtt at gera greiða niðurstøðu um. Tað valdast nógv eyguni sum síggja.

Ynskja vit frið, noyðast vit at síggja málið frá fleiri síðum.

Alt hetta hevði Jenis vita um hann røkti sínar skyldur. Og tá hevði Føroya fólk eisini vita hetta. Og tá kundu vit viðgjørt støðuna sakliga. Og tá hevði heldur ikki verið møguligt at brúkt hetta til bíligt
atkvøðufiskarí.
Tað er fantastiskt at Løgtingsmenn í hesum døgum viðgerða eitt mál, har teir ætla at atkvøða, men ikki hava minsta ánilsi av hví teir ætla at atkvøða fyri.
Sum áður nevnt, so gevur ætlaða boykotti Russlandi meira pengar. Nøkur reiðarí missa pengar. Fleiri 100 føroyingar missa arbeiði. Landskassin missur fleiri 100 milliónir. Kommunurnar missa minst 150 milliónir. Tey í Afrika missa 100.000 tons av mati, sum tey ikki hava ráð at keypa aðrastaðni. Og alt fyri atkvøður. Fyri Ukraina merkir tað at kríggi heldur á longri enn annars og at fleiri fólk í Ukraina doyggja. Hetta Jenis, er ein sjúklig tankagongd. Tað eigur at verða eitt mark fyri, hvussu nógv ein lumpar og snýtur sítt egna fólk. Manglandi upplýsingar er at snýta síni egnu. Tað er at gera niðurstøðu út frá skeivum fortreyum.
Og aftur til Ukraina Fólki í Ukraina hevur tað ikki gott. Putin og Russland eru óviðkomandi.

Hvussu hjálpa vit í Ukraina.

Tit løgtingsmenn hava sent 10 mió. til Ukraina, men CIA stjórin sigur at Zelinsky og hansara menn stjala milliardir og helst eisini okkara gávu til fólki í Ukraina.
Kunnu tit yvirhøvur vátta, at pengarnir endaðu hjá fólkinum? Er tað ikki beinleiðis ósætt at tit hava sent fólkinum í Ukraina 10 milliónir? Hava tit minsa ánilsi av, hvussu topparnir gera, tá teir drena statskassan yvir í egnar lummar?
Russland hevur yvirvág í vápnum og herfólki og kann halda áfram í áravís. Ukraina lánir pengar/vápn fyri at útseta endan á krígnum. Landið er longu í botnleysari skuld. Framhaldandi kríggj viðførur at ukrainar skulu arbeiða fyri rentur til USA og pensjónina hjá amerikanarum, umvegis Blackrock og Vanguard í minst 50 ár. IMF gevur teimum 30 ára lán. 8 mió. av yngri fólki eru rýmd og kunnu neyvan fara heimaftur, tí har verða tey trælir av skuld fyri vápn. Hetta átti politiska skipanin eisini at upplýst okkum.
Jenis og samgongan eiga einki boð, uttan at nøkta hevndarhugin sum náttúrliga er í okkum
menniskjum. Gevst at fara í brúsu segði Vestager, fyri at spara gass og minka inntøkuna hjá Putin.
Lat Aksel fylla okkum skítfull í lygn sigur Jenis á Facebook, sum er orsøkin til hetta langa skriv.
Tað doyggja uml. 500-1000 ukrainar dagliga seinastu dagarnar. Tað frægasta boði hjá Jenis er at geva Putin fleiri pengar. Taka matin úr munninum á teimum fátøku í Afrika og arbeiði frá nógvum 100 føroyingum.
Hevði Jenis gjørt sína skyldu í Landsstýrinum, so hevði hann spurt, okkara vegna, hví ongin tosar um frið. Og so hevði hann eisini spurt okkara vegna um tað er moralskt rætt hjá okkum vestanfyri at biðja Ukrainar ofra síni egnu til onga nyttu.

Men Jenis eigur onki boð sum bøtir hjá fólkinum í Ukraina. Í staðin skyldar hann uppá Putin,
samstundis sum hann aktivit arbeiður fyri at geva Putin fleiri pengar til vápn.
Og af disse regeres vi!

Eivind Jacobsen

Strendur

Share this Article