Avlopið gjørdist 164 mió. kr.

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/03/14 at 10:46 PM
BankNordik 24.FO

Virksemið hjá BankNordik-samtakinum stóð seg væl í 2022.

Ársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at føroysk húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri og megna at standa ímóti teimum avbjóðingum, sum vaksandi inflatión og rentuhækkingar hava við sær. “Árið royndist væl hjá samtakinum, og hóast fíggjarliga óvissan er størri nú enn fyri einum ári síðani, hava vit higartil ikki merkt stórvegis tap í hesum sambandi.

Vit gleðast um, at kundarnir yvirhøvur hava tað gott, men vita eisini, at nógv kann broytast, um arbeiðsloysið fer at hækka. Tí hava vit sett pening av til møgulig tap, ið kunnu fara at vísa seg í framtíðini,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

 

Rentuhækkingar geva møguleika at spara saman við rentu

Nógvu rentuhækkingarnar seinast árið hava gjørt tað dýrari hjá kundum at læna pening, men samstundis ber tað nú aftur til at spara saman við positivari rentu í bankanum. Hetta sæst á innlánunum, ið eru hækkað við góðum 700 mió. kr. frá 2021 til 2022. Møguleikin at lata peningin vaksa á hárentukontum hevur fingið góða undirtøku millum kundarnar, og til 28. februar ber til at stovna 2-ára og 3-ára hárentukontur, ið geva ávikavist 2,25% og 2,50% í fastari árligari rentu.

Vaksandi áhugi fyri burðardyggum loysnum

Ein kanning hjá BankNordik í 2022 vísti, at føroyingar sum heild vita lítið um møguleikarnar fyri at fáa lagalig lán til burðardyggar loysnir. Bankin hevur tí lagt seg eftir at kunna sínar kundar um tey ymisku lánini, ið hava serliga lága rentu, m.a. lán til umlegging frá oljufýring til varandi orkuskipan og lán til elbil. Harumframt bjóðar bankin grønt bústaðarlán, ið gevur øllum – ið hita bústaðin við varandi orku – møguleika at fáa eina lægri bústaðarlánsrentu. Nógv bendir á, at kunningin hevur gjørt mun, og at kundar í bankanum eru fegnir um lagaligu lánsmøguleikarnar, tí frá 2021 til 2022 hækkaðu útlán til elbil við 115%, orkulán við 44% og grønt bústaðarlán við 98%.

6.000 føroyingar fáa ágóðan av góða úrslitinum

Umleið 6.000 føroyingar eiga samanlagt 60% av partapeninginum í BankNordik – harav eigur landið 35% – og hesir fáa ágóðan av góðu gongdini hjá samtakinum. Á aðalfundinum 31. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum samanlagt 250 mió. kr., t.e. 26,04 kr. fyri hvørt partabrævið. Av hesum stava 115 mió. kr., t.e. 70%, frá ársúrslitinum, meðan 135 mió. kr. verða goldnar út fyri at røkka málinum um 20% í kjarnukapitali. Eftir útgjaldið er BankNordik framvegis ein sera væl bjálvaður peningastovnur, ið lýkur øll ásett krøv til kapital, solvens og bjálving, og sum harumframt hevur neyðuga kapitalin til at fíggja ætlaða framtíðarvøksturin hjá samtakinum.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið eftir skatt gjørdist 164 mió. kr. samanborið við 272 mió. kr. í 2021, tá ið 83 mió. kr. stavaðu frá søluni av danska virkseminum
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 202 mió. kr. samanborið við 171 mió. kr. í 2021
  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 47 mió. kr. samanborið við 77 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum í 2021
  • Útlánini hækkaðu úr 7,6 mia. kr. í 2021 til 8,1 mia. kr.
  • Realkredittlánini vóru 2,7 mia. kr., ið er á sama støði sum í 2021
  • Innlánini hækkaðu úr 7,9 mia. kr. í 2021 til 8,4 mia. kr.
  • Kjarnukapitalurin lækkaði úr 23,8% í 2021 til 21,6%
  • Solvensurin, íroknað NEP-kapital, hækkaði úr 29,6% í 2021 til 29,9%
  • Leiðslan væntar, at nettoúrslitið fyri 2023 verður millum 190 og 220 mió. kr.

Kelda: BankNordik

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *