By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: 360 milliónir kristin verða forfylgd
Share
Notification Show More
Latest News
Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
1 dag ago
Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain
2 dage ago
Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.
2 dage ago
Álit um universitetssjúkrahús handað landsstýriskvinnuni
1 uge ago
Stong Havstovuna og opna Bankan
1 uge ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Útland > 360 milliónir kristin verða forfylgd
ÚtlandÚtvaldar greinar

360 milliónir kristin verða forfylgd

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 8 måneder ago
Updated 2023/01/19 at 11:28 AM
Share
Kristin verða forfylgd
SHARE

Í gjár legði Open Doors World Watch List fram kring heimin. Tað er listin yvir lond, har harðskapurin móti kristnum er størstur. Tað eru 30 ár síðani listin sá dagsins ljós. Síðani World Watch List kom út fyrstu ferð í 1993, er forfylgingin av kristnum vaksin. Tølini hjá okkum vísa, at 360 milliónir kristin verða jagstrað fyri sína trúgv í dag.

Norðurkorea.

Norðurkorea er aftur á fyrsta plássi á World Watch Listanum í 2023, meðan Afganistan er fallið fleiri pláss eftir at hava verið á fyrsta plássi í fjør. Hóast talið av kristnum, ið verða jagstrað, ikki er broytt í mun til í fjørð, eru týðilig tekin um, at styrkin í jagstranini er vaksin seinasta árið.

Contents
Í gjár legði Open Doors World Watch List fram kring heimin. Tað er listin yvir lond, har harðskapurin móti kristnum er størstur. Tað eru 30 ár síðani listin sá dagsins ljós. Síðani World Watch List kom út fyrstu ferð í 1993, er forfylgingin av kristnum vaksin. Tølini hjá okkum vísa, at 360 milliónir kristin verða jagstrað fyri sína trúgv í dag.Norðurkorea.“Kina sniðið” breiðir seg.Støðan í Latínamerika versnar.Tey góðu tíðindini – størri tolsemi í Flógvastátunum.

“Kina sniðið” breiðir seg.

Nógv lond søkja íblástur úr Kina, har stýrið, við Xi Jinping á odda, roynir at lýsa av nýggjum, hvat menniskjarættindi eru. Londini royna at herma eftir væleydnaðu umsjónini, sum Kina hevur á tjóðini og eftir búskaparvøkstrinum í landinum.

Íblásturin hevur breitt seg til lond bæði í Landsynningsasia og Miðasia. Tá ið londini byrja at apa seg eftir umsjónini, ið Kina hevur og teirra áskoðan á mannarættindi, eftirapa tey eisini áskoðanina á kristin, sum eina hóttan ímóti stjórnini. Jú meira tey kristnu royna at halda fast við síni frælsisrættindi, tess meira trýst leggja myndugleikarnir á tey. Tey kristnu verða sædd sum ein hóttan ímóti tjóðartrygdini. Kirkjur verða stongdar, og kristin verða handtikin

Støðan í Latínamerika versnar.

Nikaragua stígur inn á World Watch Listan í 2023 og tekur talið av latínamerikanskum londum á listanum upp á fýra. Fyri bara trimum árum síðani var Kolumbia tað einasta latínamerikanska landið á listanum. Bæði Kolumbia, Kuba, Meksiko og Nikaragua eru fl utt upp á listan í 2023.

Korrupt og óvirkin stýri í Latínamerika hava givið brotsmannabólkum rásarúm, sum jagstra kristin, ið eru ímóti brotsgerðum. Jagstranin sæst ofta sum ógvuslig álop, og í ringasta føri verða kristin fólk dripin. Í Nikaragua og Kuba kúga stjórnirnar kristin, ið verða sædd sum mótstøðufólk ímóti landsins kommunistisku skipan.

Tey góðu tíðindini – størri tolsemi í Flógvastátunum.

Tað eru ikki bara ring tíðindi á World Watch List 2023. Í londum sum Barain, Sameindu rabisku emiratunum og Egyptalandi er ein glæma av ljósi í myrkrinum. Í Egyptalandi er størri dentur á tjóðskaparligan einleika, og í Barain og Sameindu arabisku emiratunum á tolsemi. Tað er ein mótvekt til radikala islamismu, og tað gevur størri vinsemi til tey kristnu. Í øllum londunum er haturstala móti útlendskum kristnum ikki loyvd.

Vilt tú vita meira, kanst tú fara á: https://www.opendoors.dk/wwl2023…

Kelda

You Might Also Like

Koranbrennan við bústaðin hjá uttanríkisráðharranum

Kommunulæknaskipanin og Heilsuverkið.

Terrortruslen mod Danmark er præget af nye tendenser

Hetta skrivar danska verjan

Terrortruslen mod Danmark er præget af nye tendenser

Lagt út ÓML januar 19, 2023
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Brúksskylda á nýggjárinum
Next Article Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Koranbrennan við bústaðin hjá uttanríkisráðharranum

2 måneder ago

Kommunulæknaskipanin og Heilsuverkið.

2 måneder ago

Terrortruslen mod Danmark er præget af nye tendenser

4 måneder ago

Hetta skrivar danska verjan

5 måneder ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?