Home Fólk og Samfelag Marjun Vinter Ellingsgaard, 25 ára – starvsdag í Velbastaðar skúla

Marjun Vinter Ellingsgaard, 25 ára – starvsdag í Velbastaðar skúla

by Lagt út ÓML

Marjun Vinter Ellingsgaard varð heiðrað á hugnaligari samkomu í Velbastaðar skúla, har hon hevur starvast í góð 25 ár. Borgarstjórin helt røðu fyri Marjuni og handaði henni gávu fyri trúgva og drúgva tænastu.

a group of people sitting at tables

Røðan hjá Heðin Mortensen kann lesast her.

Góðan dag øll somul!

Hetta er eisini eitt sera hugnaligt høvi, tí onki gleðir ein borgarsjóra meira enn trúgv starvsfólk við longum áramáli í starvinum, tí tað kann bara benda á, at tey hava trivist øgiliga væl í starvinum.

Og tað elska vit. At starvsfólk trívast, og tí hátíðarhalda vit eisini stórar starvsdagar.

Vit halda eisini, at tað hevur alstóran týdning, at vit hava starvsfólk við so drúgvum royndum, sum kenna allar krókarnar og vita, og hvussu uppgávurnar skulu loysast.

Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív, tey eru gull verd.

Marjun, tú hevur eftir øllum at døma verið góð við títt arbeiði og arbeiðspláss.

Tú verður lýst sum ein smílandi og flennandi kvinna, sum vil felagsskapin.

Tú hevur verið ógvuliga trúgv í tínum starvi í Velbastaðar skúla. Tú hevur altíð verið klár til at taka eitt eyka tak, um tørvur hevur verið á tí.

Tú ert vinarlig, hjálpsom og hevur ábyrgdarkenslu fyri skúlanum.

Men tú ert heldur ikki bangin fyri at siga tína erligu meining, tá tað er neyðugt, og tað er bara gott.

Tær dámar væl at vera við til sosial tiltøk og tín partur at rigga til og rigga av hevur ongantíð ligið eftir.

Tær dámar væl at práta og flenna. Tær dámar væl at hugna um og tú hevur eitt rúmligt hjarta. Tú ert týpan, sum gevur frá tær.

Tú er sera kreativ og dugir sera væl við hondunum, serliga eru tað flottu nissurnar, sum tú bindur, sum maðurin Herolv smíðar sletur, gangarar og trillibørur til.

Tað hevur verið eitt framúr gott samstarv millum tykkum bæði í kjallaranum í Støðlatúni 14.

Tú ert somuleiðis ein góð omma. Tú gongur bæði á á hondum og fótum fyri tíni.

a man and woman holding a baby

Eg fari at takka tær hjartaliga fyri títt stóra íkast og drúgvu tænastu. Tú hevur vist arbeitt fyri okkum longri enn so, men í dag hátíðarhalda vit 25 ára dagin.

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like