Undirskrivað sáttmála um frítíðarskúla í Kollafirði

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 måneder ago
Updated 2024/05/22 at 11:14 AM

Sáttmáli varð í morgun undirskrivaður av Tórshavnar kommunu og Articon um nýggjan frítíðarskúla í Kollafirði, sum skal standa liðugur til jóla í 2025.

Arbeiðið at byggja nýggjan frítiðarskúla í Kollafirði varð boðið út í fjør og inn komu trý tilboð. Dómsnevndin mælti til at taka av uppskotinum frá Articon. Umsitingin samráddist síðan við Articon um arbeiðstøkusáttmála, sum endaði við at ljóða uppá slakar 16,7 milliónir.

Uppskotið tekur støði í tørvslýsingini, har nýggj høli skuldu útvegast til 60 frítíðarskúlabørn frá 0.-3. flokk, umframt at hava rúm til at hýsa teimum 6 ára gomlu á dagstovninum. Hædd er við hesum tikin fyri, um forskúli verður settur á stovn í framtíðini.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum í februar í ár. Eftir tíðarmetingini verður farið undir skúlan í november í ár og skúlin skal standa liðugur til jóla næsta ár.

Share this Article