15 dagstovnar í Tórshavnar kommunu lata aftur í morgin vegna verkfall

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 måneder ago
Updated 2024/05/22 at 11:11 AM
Dagstovnur í Tórshavn
Dagstovnur í Tórshavn

Nú rusk ikki verður heintað, er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur.

Raktu stovnarnir lata sostatt ikki upp í morgin. Dagstovnarnir lata upp aftur, tá rusk aftur verður tikið.

Tórshavnar kommuna hevur spurt seg fyri hjá heilsumyndugleikunum, og teir vísa á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.

Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.

Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta.

Dagstovnarnir, ið lata aftur frá í morgin, eru hesir:

Lonirnar í Hoydølum

Dagstovnurin við Løgmannabreyt

Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus

Býlingshúsið undir Fjalli

Dagstovnurin á Velbastað (vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli)

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini (undantikið 3.flokkur í B36-húsinum)

Spírin í Havnardali

Býlingshúsið á Ternuryggi

Dagstovnurin Fríðriksgarður

Dagstovnurin Sólareygað

Dagstovnurin við Velbastaðvegin

Dagstovnurin í Løkjatúni

Dagstovnurin Lítliskógur

Dagstovnurin Birkilund

Miðstovnurin

Share this Article