Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fremur óheimilað stríðsstig

Hetta sigur Fíggjarmálaráðið

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 9 måneder ago
Updated 2023/11/02 at 10:16 PM

    

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fremur óheimilað stríðsstig

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í skrivi í dag kl. 12 boðað frá, at allir sjúkrarøktarfrøðingar sum starvast innan sáttmálaøkið hjá Fíggjarmálaráðnum fara í arbeiðssteðg beinanvegin uttan nakra fráboðanarfreist.

Fíggjarmálaráðið hevur boðað Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá, at tá sjúkrarøktarfrøðingar settir innan sáttmálaøkið hjá Fíggjarmálaráðnum fara í verkfall, uttan at halda fráboðanarfreistina, so er hetta eitt óheimilað stríðsstig sambært avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, dagfest 10. apríl 2014.

Málið verður tí beinanvegin lagt fyri Fasta Gerðarrættin sum skundmál.

Skriv: Fíggjarmálaráðið sæst her

Share this Article