Komið nú loysið støðuna, gerið hana ikki verri

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skriva: Vit heita tí á løgtingið, um ikki at leingja verkfallið, men heldur biðja Fíggjarmálaráðið fara til arbeiðis. 

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 9 måneder ago
Updated 2023/11/02 at 10:15 PM
Savnsmynd 24.fo

nov22023

Tryggið haldførið

Tað tykist hugstoytt at síggja viðgerðina av lógaruppskotinum um at taka burtur okkara samráðingaramboð, og noyða okkum út í eitt nógv longri verkfall. 

Vit hava í fimm vikur givið undantøk, meðan Fíggjarmálaráðið hevur trillað tummilfingrar. 

Tað hevur leingi staðið okkum greitt, at Fíggjarmálaráðið ikki hevur havt nakran áhuga í at finna semju. Men hevur bíðað eftir møguleikanum at lóggeva sín vilja ígjøgnum.

Hetta broytir uppskotið í dag ikki! Ístaðin kann Fíggjarmálaráðið við hesum halda fram við at sita afturá og bíða. Meðan allar ikki akuttar viðgerðir verða avlýstar og avlýstar, til tær endiliga gerast akuttar, alt meðan starvsfólkini verða alsamt meira ovbyrjað.

Í vikuni boðaði leiðslan á Sjúkrahúsverkinum frá, at knapt 1.500 viðgerðir eru avlýstar higartil. Hetta eru alt mannalagnir. 

Vit kunnu sum felag ikki liva við at einki hendir. Vit heita tí á løgtingið, um ikki at leingja verkfallið, men heldur biðja Fíggjarmálaráðið fara til arbeiðis. 

Kelda: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar her

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *