Starvsfelagið fer í samhugaverkfall við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 10 måneder ago
Updated 2023/11/02 at 10:19 PM
Savnsmynd 24.fo Tórshavn
Starvsfelagið fer í samhugaverkfall við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

2. November 2023

Starvsfelagið hevur í dag sent Fíggjarmálaráðnum hesa fráboðan um samhugaverkfall:

Samhugaverkfall við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Nú Landsstýrið og Løgtingið velja at lóggeva í stríðnum millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skulu vit boða frá, at vit ikki longur kenna okkum bundin av avtaluni frá 1. februar 2014 um fráboðanarform og fráboðanarfreist.

Starvsfelagið skal við hesum boða frá, at felagið lýsir samhugaverkfall á sáttmálaøkinum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið frá á midnátt hóskvøldið 2. novembur 2023 til á midnátt fríggjakvøldið 3. novembur 2023.

Samhugaverkfallið umfatar limir felagsins, sum eru umfataðir av sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið – eisini limir okkara, sum starvast hjá Føroya Løgtingi, Løgtingsins umboðsmanni, Landsgrannskoðanini og Norðurlandahúsinum.

Undantikin frá samhugaverkfallinum eru vaktsentralarnir á sjúkrahúsunum, bráfeingistúrar við sjúkrabili umframt skipini hjá Strandfaraskip Landsins, sum sigla samb. §46 a í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið.

Starvsfelagið
Súni Selfoss, formaður

Greinin á heimasíðuni hjá Starvsfelagnum sæst her

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *