3
Í síðstu viku var próvhandan á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka. 3 mans og tvær kvinnur fingu handað prógv fyri at hava staðið dugnaskapsroyndina fyri frítíðarsiglarar. (1 væntar á myndini)
Í fleiri ár hevur Frítíðarundirvísingin í Sunda kommunu bjóða dugnaskapsroyndina fram sum lærugrein. Áhugin fyri at luttaka er altíð góð, og tilboðið verður aftur á skránni hjá Frítíðarundirvísingini á heysti 2023.
Sunda kommuna ynskir teimum øllum hjartaliga til lukku við próvnum.
Kelda & mynd: sunda.fo 14.06.2023