Eystari Landsrættur herdi revsingina í neyðtøkumáli

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/03/16 at 11:41 AM
Mynd: Føroya Rættur

ára treytaleysa fongulsrevsing fyri tvær neyðutøkur.

Ein 26 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur – eina í desember 2018 og hina í november 2019. Harumframt var maðurin ákærdur fyri at hava framt harðskap móti tí einu kvinnuni í einari aðrari hending fyrr um dagin.

Maðurin, sum noktaði seg sekan, bleiv í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 8 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Hendan revsingin bleiv í Eystara Landsrætti í gjár herd til 2 ára treytaleysa fongsulsrevsing, sum eisini var kravið hjá ákæruvaldinum.

Í metingini av revsingini legði Eystari Landsrættur m.a. dent á, at talan var um neyðtøkur, sum vóru framdar við harðskapi. Neyðtøkurnar vóru framdar, áðrenn revsingin fyri neyðtøku varð hækkað í juni 2022, og revsingin tekur tí útgangsstøði í gomlu rættarstøðuni.

Kelda: https://politi.fo/politistoedir/tidindilisti/eystari-landsraettur-herdi-revsingina-i-neydtoekumali/2023/03/16

 

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *