Home Fólk og Frítíð Flaggdagshald í Havn 25. apríl kl. 14-17.30

Flaggdagshald í Havn 25. apríl kl. 14-17.30

by Lagt út ÓML

Flaggdagshald verður í Havn 25. apríl við skrúðgongu, flaggdagsrøðu, hornorkestri, flaggdagsrenning og framsýning av ellisakførum.

Skrúðgongan byrjar kl. 15, tá skótarnir í Havn marsjera saman við hornorkestrinum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen og síðan eftir Niels Finsens gøtu oman til Ráðhúsið.

Flaggdagshaldið verður hildið framman fyri Ráðhúsið. Røðari í ár verður Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur í Hoyvík og Kaldbak.

Sum siður er, sýna limirnir í Føroya Ellisakfør fram akfør síni í Tórsgøtu og Vágsbotni frá umleið klokkan 14. Akførini koyra í raðfylgju inn í býin frá klokkan 13 og enda í Vágsbotni og Tórsgøtu.

Frá klokkan 16 er barnarenning, kapprenning og heilsurenning á Kongabrúnni. Les meira um flaggdagsrenningina á heimasíðuni hjá Bragdinum.

Vælkomin til flaggdagsrenningina 2023 (bragdid.fo)

Keld & mynd: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment